Jógvan Hugo
Gardar, Oslo
Undir eini samkomu í býráðshøllini í Oslo seinnapartin í gjár fingu Erna og Njál Djurhuus handað St. Hallvard-heiðursmerkið fyri arbeiði sítt innan Frelsunarherin í býnum. Tey fingu heiðurmerkið fyri tann sera virðismikla leiklutin, tey hava havt fyri býin tey árini, tey hava verið her.
Her hava tey bæði í umleið fimtan ár arbeitt í Urtegata, har Frelsunarherurin hevur Urtegatas Fyrlyskorps.
Her koma fólk, sum eingin annar vil kennast við: Alkoholikarar, evnismisnýtarar og tey, sum ikki megna at liva í tí norska kappingarsamfelagnum.
St. Hallvard er verndarhalgimenni hjá Oslo. Hann var í nærmastu ætt við Ólav tann heilaga, og teir livdu um somu tíð. 16. mai verður í Noregi kallaður St. Hallvardsdagur.
St. Hallvards-heiðursmerki er latin síðani 1956 og sum oftast eru tað kendir politikkarar, ítróttarfólk ella listarfólk sum hava fingið hendan heiður.
Erna arbeiðir framvegis í Urtegata, meðan Njál nú er tíðindastjóri fyri Frelsunarherin í Noregi, Føroyum og Íslandi.
Tá Njál hevur stundir, hjálpir hann til í Urtegata, har hann vaskar gólv, er duravørður ella ansar eftir, at alt er, sum tað skal við teimum, sum støkka inn á gólvið.
- Allir stjórar skuldu sloppið at vaskað gólv av og á. Tað høvdu teir havt gott av, heldur Njál.
Eitt handaband
At Oslo kommuna velur at geva einum føroyskum hjúnum hægsta heiður frá býnum taka tey til sín við takksemi, men tey ynskja ikki at taka allan heiðurin sjálv.
- Vit eru ikki farin inn í hetta arbeiðið fyri at fáa heiðurslønir og virðislønir. Tað ber ikki til, tí so kundu vit ikki gjørt nakað í gerandisdegnum.
? Vit høvdu heldur ikki kunnað gjørt tað, vit hava gjørt, uttan hjálp frá øllum teimum tíggjutals, sum eru við til at fáa gerandisdagin at mala runt í Urtegata, sigur Njál Djurhuus.
Hann sigur, at ein heiður sum hesin er góður at fáa, tí hann vísir, at fólk uttan fyri Frelsunarherin geva tær ans og ynskja at takka tær fyri tað arbeiði, tú gert.
- Tað er gott at vita, at politikkararnir í Oslo vilja vísa okkum ein slíkan heiður, og ikki minst at tey vísa, at tey eru glað fyri tað arbeiðið, vit gera á gøtuni. Eg síggi hesa heiðursløn sum eitt handaband til tann felagsskapin, sum vit arbeiða fyri.
Frelsunarherurin byrjaði virksemi sítt millum illa stødd í Oslo, tá býurin kallaðist Christiania fyri meir enn 100 árum síðani.
Eg eri føroyingur
- Eg umboði Várharra og Frelsunarherin; men líka týdningarmikið er, at eg umboði Føroyar og føroyingar. Tað er mín uppruni sum føroyingur, sum hevur gjørt meg til tað, eg eri í dag, sigur Njál.
Oslo heldur í ár 1000 ára føðingardag, og ein hópur av tiltøkum fara fram í býnum gjøgnum alt árið.
Fyri Njál og Ernu er tað tó ein serlig hending, sum tey eru farin at gleða seg serliga til.
- Til jólar fær Frelsunarherurin ein spildurnýggjan buss, sum vit skulu brúka til at koma út millum fólk við og til at koyra runt í Oslo fyri at geva fólki, sum treingja mat, sigur Njál.
Tað er við einum ávísum stoltleika, at hann fortelur um hendan bussin. Í nøkur ár hevur herurin havt ein gamlan buss, og hesin er nú so útslitin at nógvir pengar skulu búkast til at fáa hann í stand aftur. Hesum hava Njál og Erna verið klár yvir leingi, og tí hevur verið roynt at sett pengar av til at keypa nýggjan buss.
- Vit byrjaðu at leggja pengar til síðis aftan á, at vit høvdu vitjað á oljupallinum, Snorre, fyri fimm-seks árum síðani. Tá fekk Frelsunarherurin 150.000 krónur. Hetta fór inn á eina konto, sum vit ynsktu skuldi brúkast til nýggjan buss.
Tá Njál seinasta heyst fekk nýtt starv, vóru umleið 800.000 krónur á bankabókini, og nýggjur bussur kostar 1,8 milliónir.
- Tað ergraði meg eitt sindur, at vit ikki vóru komin á mál. Men nú ein dagin fekk eg telefonboð frá einum kendum norskum vinnulívsmanni. Hann hevði hoyrt um bussætlanina og hevði ringt til nakrar múgvandi vinmenn, og hesir hava nú givið okkum tær umleið 800.000 krónurnar, sum í restaðu.
? Í komandi viku rokni eg við, at vit kunnu bíleggja ein nýggjan Volvo-buss, sum skal standa klárur, tá vit nærkast jólum, sigur Njál Djurhuus at enda.