Men hetta hendi í gjár 18. august, tá ið Óskar Jensen fylti 102 ár. Hóast hann ”bert” er hálvur føroyingur skal hann fáa eina heilsan frá okkum.
Søgan hansara er í stuttum, at pápin Jens Fredrik Jensen var úr Skopun. Hann var sonur Janus hjá Dímunar Jóannes. Hann er tískil í ætt við Jens í Dali, sum vit umrøddu seinast í røðini Hendur ið Sleptu og við Margretu, gift við Georg Lindenskov, sum vit umrøða nú hósdagin. Vit hava havt og fara at hava aðrar greinir um hesa stóru ætt.
Eina ferð Jens Frederik við skipi kemur inn á Ísafjørðin, hittir hann gentu haðani. Tey giftast og fáa 9 børn. So doyr mamman. Pápin veit sær ikki onnur ráð enn at lata fimm av børnunum fara til Føroyar at vera. Eitt av hesum børnum var Oskar. Hann kom saman við beiggja sínum Napoleon at vera hjá Sigmundi á Argjum í Dr. Jacobsensgøtu. Men seinni kom hann til Julianna og Tummas Askham, sum búðu við Landavegin. Heima hjá Askham kom hann at vera sum ein av familjuni. Tað verður hann enn roknaður fyri at vera! Oskar kom í prentaralæru á Dimmalætting, og 19 ára gamal fór hann aftur til Íslands. Hann tosar heilt væl føroyskt, hóast tað eru meira enn 80 ár síðani, hann fór aftur til Íslands. Fleiri av hansara beiggjum blivu verandi í Føroyum. Napoleon flutti til Suðuroyar. Vigant búði í Klaksvík og Salli í Lovík.
Vit báðir koma at kennast meira at kalla av tilvild. Tordur Niclassen á Eiði hevði fleiri ferðir greitt frá, at hann plagdi at vitja ein gamlan føroying, Oskar Jensen, tá ið hann var í Íslandi.
Hetta gav eitt gott høvi at fara at vitja Óskar. Hetta var ein spennandi og hugtakandi vitjan. Óskar var og er framvegis sera áhugaður fyri tí, sum hendi í Føroyum. Úrslitið gjørdist eisini, at hansara áhugaverda lívssøga kom í FF-blaðið. Hon skal ikki endurtakast her, men áhugað kunnu fara inn á heimasíðuni: www.fiskimannafelag.fo gamla heimasíðan, blað nr. 369.
Føroyar vóru eisini umboðaðar á føðingardegnum, sum varð hildin sunnudagin. Umboð fyri føroyska sjómansheimið vóru inni á gólvinum. Tey vóru stjórin Jóan Karl Høgnesen og Jens Petursson, sum í eitt mannaminni hevur verið formaður í nevndini. Teir láta at, at Óskar er væl fyri, og hann hevur sítt fulla skil. Óskar letur heilsa heima í Føroyum!
Vit vilja ynskja hesum gamla kappanum tillukku við hansara kempualdri.
ó.