Oscar handilin endaliga avgreiddur

Flestu ensku miðlar skriva í kvøld, at leingi væntaði handilin millum Internazionale og Chelsea er nú endaliga váttaður.

 

Tað eru út við tvær vikur síðani, at flestu miðlar vistu at siga, at brasilska stórtalentið, Oscar – hvørs fulla navn er Oscar dos Santos Emboba Junior – var á veg til Champions League vinnararnar, men tað hevur drigið út at vátta hetta.

 

Í kvøld skriva tó bæði almenna heimasíðan hjá Premier League og Sky Sports umframt aðrir miðlar, at handilin er endaligur.

 

Chelsea hevur goldið 25 milliónir pund fyri Oscar, og er hetta størsta upphæddin, sum er goldin einum brasilskum felag fyri ein leikara. Her skal tó nevnast, at samráðingar eftir øllum at døma eru millum Manchester United og Sao Paulo, sum tó vil hava 30 milliónir pund fyri Lucas Moura.

 

Talan er um fjórða innkeypið hjá Chelsea í summar, men neyvan tað seinasta. Higartil hevur Londonfelagið tryggja sær Marko Marin og báðar Hazard brøðurnar, Eden og Thorgan, og so nú Oscar.