Óroyndur stýrimaður hevði vakt

Triði stýrimaður var einasti yvirmaður á brúnni, tá suðurkoreanska fórst, og hann hevði ongantíð siglt har fyrr.

Tað kom fram, tá suðurkoreanska ákæruvaldið helt tíðindafund í kvøld í sambandi við vanlukkuna í vikuni.

 

Hvørki skiparin ella hinir báðir stýrimenninir vóru á brúnni, og umboðini hjá ákæruvaldinum løgdu dent á, at triði stýrimaður hevði lítlar royndir og hevði ongantíð siglt á leiðini, har vanlukkan hendi. Tað kom eisini fram, at tað rekur hart har á leiðini, og at tað tí kann vera torført at sigla tann vegin.

 

Løgreglan hevur handtikið stýrimannin, skiparan og aðrar av manningini, og teir sita nú í varðhaldi.

Seinnapartin eydnaðist tað kavarum at sleppa inn í eina kahútt í ferjuni. Har funnu teir trý lík, sum vórðu fingin upp á land. Leiðarin hjá bjargingarmonnunum sigur, at tað kann taka einar tveir mánaðir at fáa øll líkini úr skipinum.