Í dag er rættiliganógvur vindur og tað ávírkar bæði flúgvingina hjá Atlantsflogi og siglingina hjá Smyrli. Atlantsflog sigur, at flúgvarin RC 459 úr Keypmannahavn í dag er avlýstur og er ikki vlntandi fyrrenn klokkan 13.15 í morgin, sunnudagin. Av somu grund er RC450 til Keypmannahavnar sunnudagin, seinkaður til klokkan 14.15. Smyril hevur siglt í dag, men ferðin av Havnini klokkan 16 í dag, er útsett til klokkan 17.
Og tað er síðsti túrur hjá Smyrli í dag og sostatt er bæði túrurin av Krambatanga klokkan 18.30, og úr Havn klokkan 21, avlýstir.
|










