Ormverur funnar í nøtum

Heilsufrøðiliga Starvsstovan biðjur nú fólk lata vera við at eta nøkur ávís sløg av nøtum

Aftur í dag ávarar heilsufrøðiliga Starvsstovan ímóti matvøru, sum er seld í Føroyum, men sum ikki er egnað sum mannaføði.

Hesa ferð er talan um eitt slag av flykrum av heslinøtum, sum verða afturkallaðir

Vøran, sum er afturkallað, er hasselnødflager, tað eru pakkar við 180 grammum, Lot koda: P0040782, P0041687 og P0044261.

 

Talan er eisini um pakkar við 250 grammum, Lot koda: P0041695,
Lot koda: P0042306

 

Og harumframt er talan um pakkar við 225 grammum,
Lot koda: P0041799
Lot koda: P0042753

 

- Øll vøra av hesum slag er umfatað av afturkallingini, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan

Orsøkin er, at tað er staðfest at mølur eru funnar í vøruni og at hon tískil er óegnað sum mannaføði.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir tískil til at, tey, sum hava keypt hesar heslinøturnar, beina tær burtur, ella lata tær aftur til handilin, har tað er keypt.