Tað var hin gamla søgan, sum aftur í dag varð søgd og víst, tá ið 10-mannaførini kappaðust á varmakeldu í Fugafirði ídag.
Ormurin Langi legði seg beinanvegin á odda, Ormurin Langi var fremstur allan teinin, og í endaspurtinum rann Ormurin Langi frá hinum bátunum. Á málinum var hann leysur av hinum báðum bátunum.
Hetta var fjórði sigurin í ár hjá Orminum Langa, sum hevur trygga kós ímóti FM heitinum.
Stór kapping var um næstfremsta plássið. Havnarbáturin var eina løtu nummar tvey, men so svaraði Suðuroyingur av álvara aftur og vann seg framum Havnarbátin.
1 Ormurin Langi 4.30.17
2 Suðuroyingur 4.33.49
3 Havnarbáturin 4.34.28