Næmingar í 6., 7. og 8. flokki í Havn fara í orkuvikuni at loysa ymsar uppgávur, har endamálið er at nema sær kunnleika til orkusparing Hetta fer fram í Reinsarínum í Tórsgøtu, har Orkuhúsið verður á skránni mána- til hósdagin frá klokkan 10 til 15.
Skúlanæmingarnir skulu melda seg til saman við læraranum, og verða deild upp í fýra í hvørjum bólki. Til ber at velja tíðina klokkan 10 ella klokkan 13 nevndu dagar.
Almenningurin hevur møguleika at koma oman at hyggja og/ella loysa uppgávurnar mánadag til hósdag frá klokkan 15 til 18 og leygardagin frá klokkan 10 til 18.
Um Orkuhúsið
? Hvat skal omma tín gera, um hon ætlar sær í bað um náttina, nú tá hon hevur fingið sær sólfangara?
? Hvussu nógv watt skulu til, fyri at ein kann hava teldu og sjónvarp koyrandi í senn?
? Hvør sløkkir flestar perur? Ert tú ein ?ein heilag kúgv? ella ?eitt umhvørvissvín??
? Hvussu koma aldur í vatn og hvaðani koma tær?
Hetta og meir afturat fæst svar uppá við at koma oman í Reinsaríið í umhvørvisvikuni.
Orkuhúsið er samstarv millum Tórshavnar kommunu, Margarinfabrikkina, Náttúruvísindadeildina, Hiti, Tekniska skúlan og Kostráðgevarar á Landssjúkrahúsinum.