Orknoyingar seta álitið á Atlantsmótið

Í hesum døgum hátíðarhalda grannar okkara orknoyingar 25 ára dagin fyri byggingina av oljuterminalinum Flotta, sum higartil hevur tikið ímóti 100 mill. tunnum av ráolju frá Foinaven feltinum skamt frá okkara marki.





Oljumenning


Hóast teir í mongum sýnast okkum langt burturi og okkum óviðkomandi, so eru Skotland og oyggjarnar, Hetland og Orknoyggjar kortini okkara næstu grannar, og stórhendingar har, kunnu eisini hava týdning fyri okkum, sum eitt nú tá stórar oljukeldur verða funnar og stórar útbyggingar fara fram í hesi vinnu. Og hóast mong av okkum ikki geva útviklinginum hjá hesum næstu grannum okkara stórvegis ans í løtuni, so kann júst hann verða okkum til gagns í framtíðini. Tí oljufund og útbyggingar har vilja uttan iva eisini seta ringar í vatnið, sum røkka til okkara.

Tann var tann tíð, tá oljuvinnan varð avmarkað til Norðsjógvin, og har hon sýntist okkum fjar og óviðkomandi. Men so flutti hon seg longur vestur eftir og nærkaðist okkara sjóøki. Og síðani farið varð undir leita eftir kolvetni her hjá okkum eisini eru vit brádliga vorðin ein náttúrligur partur av einum nógv størri øki ? av eini størri menning.

Meðan vit føroyingar bíða eftir úrslitunum av fyrsta oljufundinum, hava grannar okkara skjótt 30 ár á baki í hesi vinnu. Og tað er ikki so langt síðani, at teir fóru at tosa um, at nú fór at ganga móti endanum. At skjótt fór oljan fór at verða uppi. Tey túsundtals fólkini, sum fingu sítt dagliga breyð í hesi vinnu, kendu óttan á sær. Tey fóru helst at missa arbeiði, og endin fór at blíva, at økini her í útjaðaranum í Skotlandi, Hetlandi og Orknoyggjum fóru at missa sítt vinnuliga fótafesti.

Men gongdin hevur so kortini víst seg at blíva ein onnur. Og hetta fegnast tey um. Nýggj oljufund og nýggjar útbyggingar hava aftur sett hesar grannar okkara í brennidepilin, tá tað um framtíðar oljuvinnu ræður.

Nú um dagarnar kundu íbúgvararnir á Orknoyggjum hátíðarhalda 25 ára dagin fyri byggingini av oljuterminalinum í Flotta. Eftir at hava gjørt fyrireikingar til at rigga av eftir eina ríka oljutíð í eina fjórðings øld er gongdin nú brádliga vend 180 stig. Við oljufundunum vestan fyri Hetland er lív komið í aftur á Flotta, sum hvørja viku tekur ímóti stórum nøgdum av ráolju frá Foinaven oljufeltinum skamt frá føroyska markinum. Og tað er greitt, at orknoyingar seta stórar vónir til ta leiting, sum nú fer fram í grannalagi teirra. Oljukeldurnar á Atlantsmótinum eru bert eitt hanagleif frá tí oljuhavn, sum teir eru so ernir av, og koma hesar kenslur eisini til sjóndar, nú Fottaterminalurin hevur 25 ár á baki. Í hesum sambandi hevur operatørfelagið Talisman latið sjúkrahúsinum í Balfour ein stóra peningagávu, sum skal brúkast til at nútímansgera tað. Hini feløgini, sum reka terminalin eru Agip, sum vit eisini kenna frá føroyska landgrunninum og Intrepid Energy North Sea, eitt felag, sum hevur fingið leitiloyvi í Hvítu sonuni á bretskum øki.

Oljuterminalurin á Flotta varð tikin í nýtslu í 1977 av táverandi orkumálaráðharranum Tony Benn. Tá visti eingi, at olja fór at verða funnin vestan fyri oyggjarnar. Undir hátíðarhaldinum segði stjórin í Talisman, at teir høvdu ætlanir um at halda lív í oljuterminalinum í enn eina fjórðings øld. Higartil eru 2,2 milliardir tunnur av olju umframt stórar nøgdir av gassi útfluttar frá Flotta til rafinaríir í Europa og USA. Meira enn 6000 tangaskip hava verið eftir last. Tilsamans 100 mill. tons av olju frá Foinaven eru landaður á Flotta hesi seinastu nógvu árini.

Tað er greitt, at íbúgvararnir á Orknoyggjunum eisini fylgja væl við leitingini á føroyska landgrunninum. Tí eins og hetlendingar hava vónir um, at møgulig føroysk olja verður flutt til teirra oljuterminal í Sullom Voe ynskja orknoyingar og oljufeløgini har eisini, a ?føroyska? olja kemur til Flotta.

Tað er ikki so langt síðani, at Eyðun Elttør, landsstýrismaður og onnur umboð úr Føroyum, vitjaðu í Flotta og har sóu, hvønn týdning ein oljuhavn av hesum slag hevur fyri eitt lítið oyggjasamfelag. Tað er tí greitt, at útviklingurin eitt á øllum Atlantsmótinum hevur stóran áhuga fyri bæði føroyingar og orknoyingar, sum komandi árini helst fara at hava nógv størri samvinnu. Nýggja Norrøna fer so eisini at gera sítt til at byggja brýr millum oyggjasamfeløgini.