Um støða skal takast bara út frá tí skjótt dagførdu skjótibreytini í Kirkwall á Orknoyggjunum, og skjótibreytini í Sandvíkum, so er eingin ivi um, at Orknoyggjar eru langt frammanfyri Føroyar.
Á loftmyndini sæst hvussu góður umstøðurnar eru í Orknoyggjum, sum vit skulu kappast við at fáa oyggjaleikirnar í 2023, mett í mun til umstøðurnar á Sandvíkum.
Finn Ludvig frá Veiðufelagnum, Byrsumúli er ógvuliga hugtungur um, at vit eru ongan veg komin við umstøðum til skjóting síðani oyggjaleikirnir vóru í Føroyum í 1989. Samstundis staðfestir Finn Ludvig, at okkara grannaoyggjar, Hetland og Orknoyggjar hava yvirhálað okkum við nógvum longdum. Í hinari øldini vóru Føroyar 20 ár frammanfyri Hetland, men nú er støðan ein heilt onnur.
Finn Ludvig er eisini harmur um manglandi politiska viljan í Tórshavnar Býráði. 3,8 miljónir vóru játtaðar til at dagføra umstøðurnar á Sandvíkum, og til at dagføra umstøðurnar somikið, at tær høvdu verið nóg góðar til eina oyggjaleikakapping í skjóting. Finn Ludvig heldur, at í ringasta føri átti skjótibreytin á Sandvíkum at fingið játtað eina miljón krónur, so glið kundi komið á arbeiðið at dagføra skjótibreytina.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr um tær syndarligu, vánarligu umstøðurnar skjótiítróttin hevur í Føroyum, hóast hendan ítróttin síðani 1993 hevur vunnið Føroyum nógva æru, og nógvan heiður.










