Ungdómsorkestrið í Vágum fer enn eina orkesturferð í summar. Hesaferð heilt til Autstarlia, har tey í eina viku skulu hava konsertir og so ferðast í landinum eina aðra viku.
Ungdómsorkestrið hevur fyrr verið á slíkum ferðum. Tó ikki so langt kortini, uttan í London og í Íslandi.
Men tað kostar pengar at fara so langt sum til Australia. Nógvar pengar. Eina hálva millión ella so tilsamans, sum tey sjálv mugu fáa til vega.
Tiltøkini til tess at skaffa pening til ferðina hava verið nógv. Bingo, tombola, dansur og konsertir. Og nú fara tey so undir at selja lutaseðlar, siga tey í Ungdómsorkestrinum í Vágum í tíðindakskrivi.
Ferðalagið, sum fer til Australia, verður stórt. 47 fólk fara av stað. Av hesum eru 30 tónleikarar. Hini eru ferðaleiðarar, og onnur, sum hava tikið av møguleikanum at fara ein túr til Australia, og sum so gera ferðalag við ungu tónleikarunum. Ferðast verður úr Vágum umvegis Manchester og Singapore til Perth, har tey fara at búgva og hava konsertir í grannalagnum, siga tey í tíðindaskrivinum.










