Í vikuskiftinum 26. til 28. eru næmingar úr øllum musikkskúlum kring landið bodnir at luttaka á orkesturstevnu í Suðuroy Higartil eru uml. 160 teknaði, og saman við 20 lærarum fara tey at framleiða tónleik, sum verður at hoyra á almennari konsert sunnudagin kl 15.00 í Høllini í Trongisvági.
Ein stórur foreldrabólkur stendur fyri øllum tí praktiska rundanum tiltakið, so sum matgerð og innivist, og uttan hetta kunnu slíkir dagar neyvan gjøgnumførast.
Líknandi átøk hava verið fyrr, og í fjør var sama harkalið saman á Eiði, og nú gleða øll seg, tí tað var sera væleyndnað og hugnaligt, ikki minst tann festliga konsertin sum var prikkurin yvir i?num, siga fyrireikararnir.
Konsertin verður í rúmligu høllini í Trongisvági til konsert sunnudagin kl. 15.00
Atgongd: kr. 50,- børn ókeypis










