Orkaði ikki politikkin longur

Torbjørn Jacobsen, fyrrverandi landsstýrismaður, løgtings- og fólkatingslimur, fekk brádliga nokk av politikkinum.

- Eftir mong ár sum virkin politikkari, var eg bart út vorðin himmalrópandi troyttur av politisku skipanini, sigur Tórbjørn Jacobsen í eini samrøðu við Beate L. Samuelsen fyri Færøernes Turistblad, nummar trý. Hetta var orsøkin til, at hann í 2010 søkti starvið sum havnarmeistari í Runavík.

 

Hann var so sannførdur í síni avgerð at gevast við politikkinum, at hann undir ongum umstøðum ætlaði at stilla upp til komandi løgtingsval. Fekk hann ikki starvið sum havnarmeistari, umhugsaði skiparin at fara til sjós aftur.

 

Tórbjørn Jacobsen fekk starvið og hevur røkt tað síðani. Hann er tó farin upp í politikkin aftur og situr í løtuni sum varaborgarstjóri og limur í Runavíkar Býráð.

 

Greinin í Færøernes Turistblad snýr seg annars í høvuðsheitum um starvið sum havnarmeistari.