Mánadagin kemur nýggja fløgan hjá ORKA - ?ÓRÓ? út um alt Evropa.
Tó ber til í Føroyum at ogna sær hana longu í morgin, í handlinum hjá Tutl við Káta Hornið í Tórshavn.
Tó at plátan ikki er útkomin, er hon longu ummæld í fleiri fronskum miðlum. Ummælini
hava verið sera jalig.
Ummælarar eru á einum máli um, at seinna fløgan hjá Orka er meistarliga frágingin.