Nýskapandi bólkurin Oeka fer at hava framførslu á Summar Festivalinum í august.
Teir eru aktuellir við nýggjari fløgu, og nógv róstir fyri sínar framførslur uttanlands.
Orka er ein kapitul fyri seg í føroyskari tónleikasøgu. Við heimagjørdum ljóðførum, øðrvísi rútmum og tónleiki hava teir av álvara vunnið fram uttanfyri landoddarnar. Tónleikurin hjá Orka er eitt bland av ókendum ljóðum, fangandi rútmum og innbjóðandi løgum.
Hesum boðar Summar Festivalurin frá í dag.










