Orka má blíva politiskt flaggskip

Tað rakar húsarhaldið og vinnuna ómetaliga meint, at olja og streymur áhaldandi dýrka. Nú má landið taka ábyrgd, og gera íløgur í framtíðar orkutrygd. Ein fremsta uppgáva hjá teirri komandi stjórnini er, at gera orkumál til politiskt flaggskip.

Tað kann ikki verða endurtikið ov oftani: Millum allar størstu avbjóðingar fyri okkara búskap eru hækkandi oljuprísir og tann sannroynd, at vit ikki kunnu turrleggja fleiri áir og gelda fleiri náttúruperlur, fyri at útbyggja streymframleiðsluna.

SEV landsstovnur
Havi áður víst á, at landið eigur at fara undir samráðingar um at yvirtaka SEV og skipa ein dynamiskan og fíggjarliga sterkan orkustovn. Landið má taka á seg nógv størri ábyrgd í mun til framtíðar orkuveiting og -trygd, tí kommunali orkustovnurin hevur, hóast vilja og evnir, ongan møguleika einsamallur at lyfta uppgávuna at flyta okkum yvir í eitt oljuminimalistiskt samfelag, rikið við varandi orku.

Framtíðar orkuveitingin verður ein samanseting av vatni, vindi, sjóvarfallsorku og øðrum, saman við intelligentum netloysnum og nýhugsan av el-kervinum. Umframt at vinna ríkidømi úr hini lættast atkomuligu orkukelduni - orkusparing.

Ikki fyrr enn vit hava loyst spurningin, hvussu vit fáa varandi orku úr egnum keldum til høldar, gevur tað meining at tosa um, hvussu vit einaferð í framtíðini kunnu útflyta yvirskotsorku.

Nýggjan orkupolitikk?
Løgtingið samtykti fyri tveimum árum síðani uppskot frá Tjóðveldi um at nýggjur orkupolitikkur skuldi orðast, har landsstýrið skuldi lata gera eina ætlan fyri, hvussu vit tøkniliga og fíggjarliga flyta okkum frá oljuni yvir til varandi orkukeldur.

Seinni somu tingsetu, varð ein ógvuliga ambitiøs semja gjørd millum samgongu- og andstøðuflokkarnar, um at minka útlátið av veðurlagsgassum við í minsta lagið 20% hetta til 2020. Í hesum rúgvusmikla arbeiði, sum Innlendismálaráðið gekk á odda fyri, vórðu ásett ein røð av møguligum átaksøkjum.

Smá og fá eru fetini, sum tikin eru síðani tá. Orkumál eru framvegis alt ov veikt kjølfest í umsitingini. Landsstýrismaðurin í vinnumálum umsitur elveitingarlógina, og hevur Jarðfeingi undir sær. Men tað er innlendismálaráðharrin, sum umsitur orkumál, tó uttan at umsita nakra orkulóg. Í eini komandi stjórn mugu ráðini umskipast, so orkan til orkumál verður savnað í einum Orkumálaráði, sum skal ganga á odda fyri teirri orkukollvelting okkum tørvar!

Fokus neyðugt
“Við røttu trygdini og nýggjastu tøknini, er kjarnorka ein rein og bílig orkukelda, ið eigur at verða tikin við í føroyska orkukjakið”, segði Johan Dahl í tíðindaskrivi fyrr í summar. Hann hevði vitja Toshiba í London, sum vilja selja síni 4S kjarnorkuverk - SuperSafe, Small and Simple (!). Kjarnorka er hvørki rein, trygg ella varandi orka, og útmeldingar frá landsstýrinum um kjarnorku flyta bara fokusið óneyðugt.

Sum skilst kemur ein arbeiðsbólkur í næstum við eini heildarætlan fyri orkuøkið.Vónandi verður hon meira fokuserað og ítøkilig enn tað, vit higartil hava sæð frá landsstýrinum.

Tað eru nú, tær stóru avgerðirnar skulu takast um ein orkupolitikk, sum røkkur fleiri ættarlið fram í tíðina.