Ein rættiliga stór mannamúgva var savna á Gøtusandi, at uppliva Orku við síni metsstóru manning. Ikki færri enn tíggju mans fyltu stóra pallin, og góvu okkum lurtarum eina øðrvísi og góða konsert uppliving.
Orka var sum altíð settur saman av nøkrum av okkara evnaríkastu tónleikarum, og sum altíð var upplivingin bergtakandi. Við ljóðførum sum kusti, fløskuorgli, hegnpelabassi, vinkulslípara, borimaskinu og oljutunnum, bara fyri at nevna nøkur, er ljóðmyndin heilt serlig.
Oman á hetta hevði bólkurin nakrar av okkara mest áhugaverdu songrøddum, Ólav Jákupsson, Kára Sverrisson, Teit Lassen og Høgna Lisberg, við sær, og við tílíkum kapasitetum, kann tað illa ganga heilt galið.
Tað skerst tó ikki burtur, at øll løgini hjá bólkinum ikki vóru líka væleydnaði. Meðan tey meira lívligu løgini riggaðu væl og fingu góða móttøku, so var verri við teimum friðaligu og meira transukendu løgunum, har bólkurin onkursvegna misti fastartøkunum á áskoðarunum í so stóran mun, at sussan illum áskoðararnar órógvaði tónleikaupplivingina.
Endalagið ?Fjøllini Standa Úti?, er stóra hittið hjá Orku, og fekk ordiliga lív í fjøldina.