Orka á G! og við nýggjum videolag

Orka gevur í dag nýtt kykmyndalag út, og kunngera samstundis at teir skulu spæla á G!

Tíðindaskriv frá G! festivalinum

 

Orka gevur í dag nýtt kykmyndalag út, og samstundis kunngera fyriskipararnir, at bólkurin fer at spæla á G!

 

Orka gav í juni sína 4. útgávu Leipzig út, bert í Føroyum, í restini av heiminum kemur hon út í august. Lagið “Leipzig III - We Have Fallen Into Each Other”, ið kemur út sum kykmyndalag í dag er av fløguni, og Kirstin Helgadóttir hevur framleitt kykmyndalagið.

 

Tá ið Orka varð sett á stovn í 2006 blivu ljóðførini bygd á einum bóndagarði Innan Glyvur. Síðani tá hevur Orka havt konsertir og spælt á festivalum um allan heim og samstarvað við kend nøvn so sum Yann Tiersen, LV, Oktopus, Gretu Svabo Bech, Eivør og Teitur.

 

Hóast byrjanin kundi tykjast sera bygdaslig, so hevur Orka vakt ans á altjóða tónleikapallinum, og bólkurin er vorðin alsamt meira altjóðagjørdur, tó við rótunum djúpt festum í umhvørvinum har bólkurin fyrst spretti. Hetta er ein samanrenning, ið er heilt serlig og sum vit gleða okkum til at uppliva á G!.

 

Nýggja fløgan er skipað sum eitt samlað verk har løgini virka bæði støk og sum ein eind. Løgini á nýggju útgávuni eru tikin upp runt í heiminum.

 

Helvtin av upptøkunum eru gjørdar í eini gamlari kykmyndahøll í Leipzig í Týsklandi. Hetta er eitt høli frá tíðini fyri seinna veraldarbardaga.

 

Eisini hevur Orka tikið partar av fløguni upp í París, New York, eini lítlari kirkju í Sibrandahûs í Hollandi, á einum báti í Hong Kong og á eini tokstøð í Bombay. Upptøkurnar blivu lagdar til rættis í upptøkuhøli í London, meðan ljóðblandað varð í Støkumørk, Innan Glyvur. So fløgan hevur ikki bert ein altjóða dám, men er serstakliga altjóða.

 

Til framførsluna verða eyðkendu ljóðførini og døkka ljóðmyndin hjá Orka tikin inn í ein nýggjan elektroniskan heim við endurljóði úr ymsum elektroniskum subgenrum. Á pallinum vera Jens L. Thomsen, ið hevur gjørt sær eitt nýtt borð við elektronikki til konsertina, eisini verður Høgni Lisberg við, umframt Kristin Helgadóttir, ið skapar visuellu pallmyndina.

Onkur gestatónleikari verður eisini.

 

Atgongumerkjasølan til G! gongur annars væl, og við nøvnum sum Sister Sledge, Nabiha, Moddi, Týr, Kaleo, Byrta, Brynjolfi, Mendoza, Malk De Koijn, Símun Konoy, Swangah, Snowgoons, Gretu Svabo Bech og mongum øðrum, er longu greitt, at G! aftur í ár er tónlistarliga nógv tann mest umfatandi festivalurin í føroyska summarinum.

 

Mánakvøldið á miðnátt fer prísurin á G! atgongumerkjum upp. Tí eru vit uttanfyri Expert í SMS fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin frá kl. 10.

Brúka hendan seinasta møguleika at spara pengar, áðrenn prísurin fer upp.

 

Atgongumerki fáast eisini á heimasíðuni gfestival.fo, á størru Magnstøðunum, umframt í Tutl og Vodafone í Havn.