Organdonatión bjargaði Tórunn

Tvær ferðir hevur Tórunn í Homrum fingið nýggja livur. Orsakað av ókendum organdonorum kann hon enn vera um síni børn.

– Tú kanst einki gera uttan at bíða. Tá tú ert í støðuni, hugsar tú ikki so nógv um, at tú í grundini bíðar eftir, at onkur annar skal lata lív. Tá krøkir tú teg bara í vónina um, at tú kanst liva. Eg vildi ikki doyggja frá børnunum, sum tá vóru 12 og 15 ára gomul. Men eingin medisinsk viðgerð kundi hjálpa. Tíðin var um at ganga undan, og eg mátti hava eina nýggja livur, sigur Tórunn, sum á heysti 2012 fekk gleðiboðini um, at ein hóskandi donorur var funnin.

 

Men hóast tú ikki hugsar um donorin, meðan tú ert sjúkast, so koma tankarnir aftaná - og síðani transplantatiónina hevur Tórunn hugsað nógv um, hvør mundi eiga livrina, hon fekk.

 

– Mundi  viðkomandi eiga børn? Hvussu vóru umstøðurnar? Eg veit, at onkur hevur latið lív, fyri at eg kundi liva, og eg vildi ynskt at hitt familjuna. Eg vildi so fegin sagt teimum um tað undrið, sum viðkomandi hevur framt við at gerast organdonor. Eg livi og kann nú aftur vera um míni børn, 16 ára gomlu Tanju og 13 ára gamla Daniel. 

 

Tórunn vísir á, at summi taka frástøðu frá at lata gøgn.

 

 

– Tá tú hevur verið í mínari støðu, og tú veist, at lívið endar, um onkur ikki letur tær ein part av sær sjálvum, so broytist hugsanin. Organdonatión hevur merkt alt fyri meg. Tíverri eru ov fá, ið vilja lata síni gøgn, og tað ger, at tað eru nógv, sum doyggja, meðan tey bíða.

 

Hóast fleiri føroyingar árliga hava tørv á gøgnum - og hóast tað árliga eru føroyingar, ið kundu latið gøgn, ber ikki til at skráseta seg sum organdonor í Føroyum. Vit fáa sostatt gøgn frá útlendskum donorum, men lata einki afturfyri. Hetta er ein trupulleiki, sum javnan kemur upp at venda her heima, men sum tað framvgeis ikki eru tikin ítøkilig stig til at loysa.