Budapest Pride, sum var um vikuskiftið í ungarska høvuðsstaðnum, var eina "skomm" og einki at vera errin av.
Tað sigur forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orbán, í sjónvarpssamrøðu, skrivar tíðindastovan AFP.
Tað var fyrsta almenna svarið hjá Orbán uppá stoltleikan, har luttakararnir mótmæltu fyri LGBTQ+ rættindum.
– Eg eri ein av teimum, sum ikki metir, at tað, sum hendi, er ein kelda til stoltleika. Eg vil siga, at tað er ein vanvirðing, sigur Orbán.
Áðrenn Pride-gonguna leygardagin ávaraði hann um, at tað kundi hava rættarligar avleiðingar við at luttaka á tiltakinum.
Tiltakið fyri LGBTQ+ felagsskapin hevur verið hildið í 30 ár á rað, men í ár hava Orbán og hansara politisku sameindu í ungarska tjóðartinginum roynt at gjørt enda á pride'ini og líknandi tiltøkum.
##med2##
Í mars samtykti ungarska tjóðartingið eina lóg, sum gav løgregluni í landinum lógargrundarlag at banna LGBTQ+ skrúðgongum.
Løgreglan í Budapest nýtti hendan møguleikan, og bannaði Budapest Pride at vera.
Men býarstýrið og liberali borgarstjórin í Budapest, Gergely Karácson, valdu at síggja burtur frá forboðnum og hildu pride-skrúðgonguna.
Sambært fyrireikarunum vór fleiri enn 200.000 fólk við til Budapest Pride. Hetta er hægsta luttakaratalið nakrantíð.
/Ritzau/
##med3##