Orð og gerðir mugu fylgjast

   

Áki Andreasen hevur í bløðunum 11. desember viðmerking til vælskrivaða grein hjá Jákup Sverra Kass. Her verður Sjálvstýrisflokkurin og undirritaði lagdur undir at latið seg brúkt av navngivnum persónum, funnist at og hótt ein og hvønn tanka á sjálvstýrisleið.

Ákæran
Einhvør tingmaður og flokkur er suverenur, og er tað ein grov og fullkomuliga ógrundað skuldseting at seta fram móti Sjálvstýrisflokkinum, at hesin letur seg brúka (missbrúka) av nøkrum.

Orð og gerðir.........
Í samgonguskjalinum er greitt avtalað, hvørji mál skuldu yvirtakast. Tað sum tingmaðurin Kári P. Højgaard hevur víst á er, at ætlaðu yvirtøkurnar verða gjørdar sum avtalað, í samráð við allar avvarðandi partar.
Áki, Sjálvstýrisflokkurin hevur í verki prógvað, at gjørdar avtalur halda, eisini í verki innan tinggátt. Havumhvørvið er tað einasta yvirtøkumálið, sum framt er í hesum valskeiðnum. Tað er landstýrismaðurin Eyðun Elltør, ið umsitur málsøkið vegna Sjálvstýr-isflokkin.

Hví slitnaði samgongan
At samgongustevið hevur verið út av lagi vánaligt millum Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin seinasta árið, kann ikki vera ókent fyri nakran. Tú finnur høvuðssvarið, hví ikki meir er komið burturúr á sjálvstýrisleið, í hesum fyribrigdinum. At samgongan slitnaði, og árar vórðu lagdar inn, áðrenn teinurin var hálvrógvin, hava hesir stóru samgonguflokkarnir 100% ábyrgdina av.

Sjálvstýrisflokkurin borgan fyri tryggari kós
Stigvíst at virka fyri at vinna føroyingum størri sjálvstýri og sjálvbjargni hevur verið og er skjaldramerki Sjálvstýrisfloksins.
At Sjálvstýrisflokkurin hevur verið í samgongu í 43 av teimum 55 árunum síðani Heimastýrislógin kom prógvar, at talan er um álitisflokk, sum ikki ber seg undan ábyrgd at stýra landinum, tá boð er eftir honum.
Gevið Sjálvstýrisflokkinum dygga álitisváttan á valinum 20. januar 2004.