Orð og gerðir eiga at ganga hond í hond

Hetta er tíverri ikki tað vit hava sæð seinastu 4 árini, tá talan er um samstarv og samanlegging til eina kommunu.Hetta er til stóran skaða fyri trúvirði um viljan hjá kommunum til samstarv og samanlegging

Tað er ein sannroynd, at tað eru tær báðar størstu kommunurnar, sum fyri ein stóran part seta dagsskránna. Hesar hava eftur mínum tykki ikki duga nóg væl at tosa saman. Tað kann byrja godt, tá ein tanki um samstarv uppstendur, men tá samráðingarnar fara fram, er trupuleikin frá báðum síðum hesin, ogur eru bert við um hesi ófrávíkiligu krøv vera gingin á møti, vera tey ikki tað eru ogur ikki við.

Tá man uppá henda mátan beinanvegin setur mørk fyri hvat kann toast um og hvat ikki kan, spennur ein bein fyri seg sjálvan og fremur onki samstarv.

Trupuleikin í barnaverndarsamstarvinum átti at veri loyst uttan slit, men aftur her, ófrávíkilig krøv, ístaðin fyri góðan vilja at loysa teir trupuleikar sum vóru, valdi man tann harða mátan, onki diplomati.

Tað er sera vanligt at byrjunartrupuleikar eru tá okkurt nýtt byrjar, allir partar skulu venja seg við nýggju mannagongdirnar og hava viljan til at fáa tingini at virka.

Eg trúgvi tó enn uppá eina kommunu, sum rætti vegurin, at ganga fyri Suðuroynna og hetta skal størur dentur leggjast á, komandi árini. Vóni tí at komandi bý og bygdaráð, fara undir tað tilgongd um samanlegging, sum granskingardepulin leggur upp til.

Fái eg møguleikin skal mín partur ikki liggja eftur.