Orðblindni eingin forðing

Kvøldskúlarnir siga frá sólskinssøgum, nú teir eru farnir at undirvísa orðblindum fólkum. Tað er gevandi fyri bæði lærara og næming, sigur Sølvi Abdreasen, kvøldsskúlaleiðari og –lærari í Vági

Seks kvøldskúlar hava síðan í heyst havt orðblindni sum lærugrein, og ein av hesum skúlum er í Vági.
- Undirtøkan hevur verið hampilig. Vit hava undirvíst í tveimum bólkum, og flestu næmingarnir hava verið vaksin fólk, men onkur yngri fólk hava eisini víst áhuga. Fyri at kunna fara á kvøldskúla er aldursmarkið, Sølvi Andreasen, kvøldskúlaleiðari.
Hann er ein av lærarunum, sum hevur fingið serútbúgvingina og undirvísir saman við einum lærara av Tvøroyri.

Tað ger góðan mun
Fysrt sum kvøldskúlin byrjaði, vóru næmingarnir eitt sindur varnir, men teir komu skjótt eftir, at her var hjálp at fáa.
- Sum lærari og undirvísari gleddist eg um at síggja, hvussu positivir næmingarnir vóru, tá ið teir skiltu, at tað gjørdi mun. Vit kundu jú vísa teimum á, at orðblindni ikki er nøkur forðing fyri útbúgvingum og víðari útbúgvingum, sigur Sølvi Andreasen.
Næmingarnir, sum hava lærugreinina orðblindni á kvøldskúlanum í Vági, hava ymiska bakgrund. Onkur gongur í skúla, og aðrir hava sjálvstøðugt arbeiði.
- Tann næmingurin, sum gongur í skúla, var til próvtøku í desember. Hann stúrdi eitt sindur fyri próvtøkuni, men hann dugdi skjótt at síggja, at tá ið hann fekk okkara hjálp og vegleiðing, fór tað at ganga. Hesin næmingurin fekk eisini góðan karakter til próvtøkuna, sigur Sølvi Andreasen.
Ein næmingur hevði hug at lesa til maskinmeistara, men hann sá seg ikki føran fyri at fara í skúla, tí hann var orðblindur. Men nú havav hevur gingið á kvøldskúlanum í nakrar mánaðir, hugsar hann av álvara um at gera dreym sín til veruleika.
- Eg kann bert siga, at hetta er sera spennandi og gevandi fyri báðar partar. Stuttligt er at síggja vónina lýsna í eygunum á fólki, sigur Sølvi Andreasen.