Ofta verður sagt, at orðblindi er eitt dult brek. Men hin orðblindi skal rópa hart og krevja sín rætt, tí í dagsins samfelag nýtist orðblindi hvørki at dyljast ella at vera eitt brek. Saman við opinleika, ber í dag til at bøta somikið væl um trupulleikan, at hin orðblindi kann virka í einum gerandisdegi, har skrivaða orðið hevur so ómetaliga stóran týdning.
Hetta var høvuðsboðskapurin á ráðstevnu, sum Felagið fyri lesi- og skriviveik skipaði fyri í Gjáargarði fríggjadagin í farnu viku. Á ráðstevnuni talaði millum Hans Pauli Christiansen, sum er formaður í danska orðblindafelagnum og leiðari av einum skúla fyri vaksin orðblind í Albertslund.
- Orðblind eru ikki býtt. Men økið er framvegis nógv tengt at tabu, hóast vit í roynd og veru kunnu røkka teimum allar flestu. Størsta avbjóðingin er ofta at byggja næmingarnar upp sálarliga, tí teir hava mist sjálvsálitið í fólkaskúlanum, sigur Hans Pauli Christiansen, sum ynskir fullan opinleika um evnið.
Falla í fátt
Roknað verður við, at fimm prosent av fólkinum hevur sera trupult við at lesa, meðan tvey prosent hava brúk fyri serligum undirvísingartilboði.
Ordblindi endar ofta við at vera ein sosialur trupulleiki, sum fylgir einum restina av lívinum, um neyðuga undirvísingin ikki verður sett í verk. Tann orðblindi kennir tað ofta, sum dugur hann ella hon ikki tað sama sum hini og bæði sjálvsvirðið og sjálvsálit minka. Eisini reagera tey ofta við vreiði ella sorg.
- Næmingarnir missa sjálvsálitið og falla í fátt. Tað er ikki er løgið at teir skammast, tí teir hava liðið so nógv niðurløg, sigur Hans Pauli Christiansen. Hann vísir á, at hetta serliga hendir, tí lærarar ikki vita, hvussu teir skulu røkka barninum. Tá íkoma hesar keðiligu støðurnar, har barnið krógvar seg undir borðinum, sovnar, ger ónáðir ella verður brigslað, tí tað biður síðumannin um hjálp.
- Men sjálvandi reagera børnini, tá tey fáa niðurløg oman á niðurløg, sigur Hans Pauli Christiansen, sum samstundis staðfestir, at tann stóri lærarin er hann sum viðgongur, at hann ikki røkkur næminginum, men sum kannar, hvussu til ber at hjálpa barninum kortini.
Fleiri tilboð
Hans Pauli Christiansen sigur, at tað er ein samfelagsuppgáva at bjóða orðblindum undirvísing – bæði børnum og vaksnum. Samstundis viðgongur hann, at vit her í Føroyum enn eru langt eftir á mál, tí tilboð eru ikki til øll. Tó fegnast hann um, at økið verður nevnt í samgonguskjalinum og at ítøkiligar ætlanir eru um at seta barnaskúla fyri orðblind á stovn í Havn, har 40 næmingar úr øllum landinum kunnu ganga. Harumframt vísir hann á arbeiðið, sum verður gjørt í Alv-skúlanum við Áir, har vaksin lesi- og skriviveik kunnu fáa hjálp.
Eisini hevur tøkniliga menningin innan økið hevur verið so ovurhonds stór hesi seinastu fáu árini, at framstigini og útlitini hjá orblindum eru bjartari enn nakrantíð.
Felagið fyri lesi- og skriviveik, sum eisini umfatar orðblind, skipar fyri undirvísing í einum telduryggsekki í MBF-húsinum tveir dagar um vikuna. Ein donsk fyritøka hevur ment ryggsekkin, men forritið er føroyskt. Telduryggekkurin fæst frá Hjálpartólamiðstøðini eftir tilmæli frá felagnum.
Hóast bíðilistin er langur, hava longu eini 40 næmingar fingið hjálp gjøgnum hesa skipan, við at fáa eitt amboð, sum stuðlar teimum í gerandisdegnum. Felagið fyri lesi- og skriviveik hevur fingið peningagávur frá privatum felagsskapum og er nú komið á fíggjarlógina við 150.000 kr. árliga.
Krevur tíð og vitan
Niðri í Albertslund, har Hans Pauli Christiansen, sum er hálvur føroyingur, er leiðari, hava tey óteljandi dømi um vaksnar næmingar, sum hava fingið hjálp. Eitt nú fólk við tekniskum útbúgvingum, sum læra at nýta ávísar telduskipanir, sum kunnu hjálpa teimum við lesi- og skriviuppgávum í gerandisdegnum.
- Tað ber altíð til at læra at lesa og skriva onkursvegna, men tað krevur vitan, tíð og opinleika. Og orðblind kunnu saktans fáa undir undirvísing saman við fólki, sum ikki eru orðblind, men tað krevur, at tann orðblindi og skúlin hevur fingið tól og vegleiðing í at nýta tey, sigur Hans Pauli Christiansen.
FAKTA:
Ordblindi, ella dysleksi, merkir, at viðkomandi hevur ilt við at lesa og skriva, tí hann ella hon finnur ikki sambandið millum ljóð og stav.
FRAMHEVAÐ:
Orðblind eru ikki býttari enn onnur.
FAKTA:
Fyrstu eyðkennini um at barnið kann vera orðblint
Ordblindi er í familjuni
Barnið dugur illa at tosa
Barnið dugur illa sangtekstir og at bera uppá rím