Orðatøkini er sera góður vegleiðari

Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, sum altíð hevur Bíbliuna liggjandi á náttborðinum. Politikkur hevur altíð havt hennara áhuga, og so dámar henni at kopla úr við Gjógv. Og familjan og vinkonurnar fylla nógv hjá nýggja løgtingsliminum hjá Fólkaflokkinum

Hvat fekk teg at fara upp í landspolitikk?
Havi verið áhugað í politikki, frá tí eg var heilt ung. Altíð sæð tað sum spennandi at fylgt við tí sum rørir seg í samfelagnum, og serliga tað, sum framtíðin hevur at bjóða. Kann nevna, at eg havi verið virkin í Norðoya fólkafloksfelag í fleiri ár. Og eri býráðslimur.

Hvørji eru tíni hjartamál?
Havi stóran áhuga í vinnulívinum. Og ikki minni í tí sosiala økinum. Sum kommunupolitikari havi eg arbeitt serliga nógv innan eldraøkið.


Hvat hevði tú raðfest ovast í játtanarkarmunum?
Siti sum forkvinna í rættarnevndini, tí mín áhugi er stórur fyri samferðslukjervinum. At Viðareiðistunnil verður til veruleika fegnist eg um. Somuleiðis, sum tað, sum gjørdi meg serliga glaðan í játtanarkarminum er, at peningur er settur av til at byggja íbúðir til fólk við serligum tørvi í Eysturoynni og Norðoyggjum. Umframt aðar íløgur innan almannaøkið.


Hvussu menna vit útjaðaran?
Gott Samferðslukjervi síggi eg sum neyðugt um útjaðarin skal hava lív laga. Gera útjaðaran spennandi fyri ferðavinnuna. Og sjálvandi fleiri arbeiðspláss.


Hvussu heldur tú teg í form?
Renni (á rennibandi) Gangi túrar. Svimji, men ov sjáldan fyri tíðina.

Hvat ger tú í frítíðini?
Hugni mær saman við familjuni, og ikki at forgloyma vinkonunum, sum eg eisini seti sera stóran prís uppá.


Ferðast tú nógv í egnum landi?
Plagi at vera við Gjógv, men tíverri ikki so ofta fyri tíðina. Men altíð glað fyri at koma til hesa bygd.


Tá tú ferðast uttanlands, er tú til sól á strondini ella til aktiva feriu?
Sól og strendur fyri tað mesta. Men eisini til tíðir til onkrar stórar býir.

Hvat er tín lívrættur?
Fiskur, og helst stokt fiskaflak.


Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum?
Dagur og vika. Føroyskar sendingar. Dokumentar sendingar.

Hvør bók liggur á náttborðinum?
Bíblian. Orðatøkini lesi eg nógv oftast. Ein sera góður vegleiðari.

Verður tú framvegis í politikki um tíggju ár?
Tað er sjálvandi upp til veljarin at avgerða. Men eg ætli mær at arbeiða tað, eg eri ment fyri mínum hjartamálum meðan eg siti á tingi.