Fyrst av øllum vil eg eisini ynskja tykkum báðum Annfinni í Skála og Jonhardi Mikkelsen hjartaliga til lukku við tykkara megnaravriki, sum varð lagt fram fyri almenningin t. 22.02.08 úti á Læraraskúlanum. Føroysk-enska orðabókin (1.útg.) og Ensk-føroyska orðabókin (2. útg.) kundu síggjast í nýggjum og stásiligum hami, har Donsk-føroysk orðabók var løgd við sum eyka gáva.
Datt nú um dagarnar niður á grein í gomlum Viðskera 22. feb. 1997 blaðsíðu 4 og 5 eftir Póli á Kletti í viðtalu við Bjarna Djurholm (= BD), nú fyrrverandi vinnumálaráðharra og tá varaskúlastjóra í Eysturskúlanum. Evnið, ið varð til umrøðu, var orðabókaútgáva.
Greinin eitur ”Gongd má sum skjótast fáast á føroyska orðabókaútgávu” og byrjar við teirri syrgiligu staðfesting við hesum orðum: ”Eingin veit, hvat fer at henda orðabókum í Føroyum. Eingin setir kós, eingin stýrir. Heildarmyndin er veik og tilvildarlig, og henda tilvildin hevur við sær, at fólk, sum vilja málinum væl, í sjálvdrátti royna at arbeiða, sum tey halda vera best – ongantíð sum partur av eini heild. Næmingar, lærarar, skrivstovu-, fjølmiðla- eins og vinnufólk eiga at sleppa úr fremmandum málum inn í sítt egna so væl, sum til ber. Men tey sleppa mangan ikki – ikki tí, at málið ikki er tøkt, ella tí at tey ikki leggja lag í at brúka tað, men tí at tørvur er á grundleggjandi amboðum til arbeiðið” so mong vóru orðini tá – fyri góðum 10 árum síðan..
Tað kundi tí verið áhugavert at spurt 1) BD, um hann heldur, at hesi 10 seinastu árini hava verið nøktandi á økinum innan orðabókaútgávu?, nú hann kann kanna eftir, hvussu nógv, ið veruliga er broytt og komið á skaftið á hesum álvarsama øki, hvat tí føroyska málinum viðvíkur.
2) Hvussu er so støðan góð 10 ár seinni? Og svarið er:
Í tíðarrøð eru hesar orðabøkur síðan 1997 komnar á marknaðin í bóka- og telduútgávum: 1998 komu Móðurmálsorðabókin (Føroya Fróðskaparfelag 1991-1998) og Donsk-føroysk orðabók (Stiðin, har Sprotin seinni hevur tikið yvir), 2000 Føroysk samheitaorðabók, 2004 Føroysk-italsk orðabók, 2005 Íslendsk-føroysk orðabók og loksins megnaravrikið 2008 Føroysk-enska (1.útg.) og Ensk-føroyska (2. útg.) eisini teldutøkar.
Um ikki privatu forløgini Stiðin og Sprotin høvdu givið sínar bøkur út: Føroysk-ensk (1.útg.) og Ensk-føroysk (2. útg.) og Donsk-føroysk út, so má sigast, at úrskurðurin hevur verið sera soltin fyri allar tær milljónirnar (henda upphædd verður viðgjørd í seinni grein), sum Løgtingið hevur játtað fyri skattgjaldarans pening. Tí tað, sum BD í høvuðsheitum spyr eftir, eru føroyskar orðabøkur serliga til skúla-, fjølmiðla- og vinnubrúks. Tær, sum hava sæð dagsins ljós – ikki tær tríggjar hjá Stiðanum og Sprotanum og Móðurmálsorðabókin - eru ikki tær mest átrokandi til næmingar og lærarar, fjølmiðlarnar og vinnuna, og tí eru tær meira at meta sum ískoyti til tann grundleggjandi orðabókatørvin innan skúlagátt bæði í fólkaskúla, miðnámsútbúgvingum og hægri lærustovnum eins og í vinnulívinum. Løgtingið hevur játtað stuðul, sum tað kann kjakast um, um hann er nøktandi ella ikki, men at søpla stuðulin burtur vegna tvørrandi kunnleika á orðabókaøkinum bæði innan Mentamálaráðið og Orðabókagrunnin, man vera ovboðið!
Her koma vit aftur til byrjanarorðini í greinini: ”Eingin veit, hvat fer at henda orðabókum í Føroyum. Eingin setir kós, eingin stýrir.“ Hetta merkir, at tríggjar ferðir verður eingin skrivað, og niðurstøðan er er so hareftir: ”tí er Heildarmyndin veik og tilvildarlig“.
BD ger ein lista yvir tær mest átrokandi orðabøkurnar: Hann nevnir eina dagførda ensk-føroyska orðabók. Hetta ynskið er uppfylt, við tað at hon er dagførd, og at hon er komin í nýggjum búna, týsk-føroyska orðabók, sum hevur ligið klár síðan 1998, men nakað væl minni tá, og sum deildarstjórar, bæði fyrrverandi og nýggjur núverandi, og aðalstjóri hava lagt fótongar fyri, so at hon ikki skal koma út (meira um hetta kapitlið seinni), fransk-føroyska orðabók, sponsk-føroysk orðabók og russisk-føroysk, sum eru fremmandamál í m.a skúlaumhvørvinum.
BD skjýtur í greinini upp, at gera samstarv við Gyldendal, sum Stiðin longu tá hevði prógvað, at tað væl læt seg gera. Henda leist kundu so hinar orðabøkurnar eisini verið skornar eftir, sum tann týsk-føroyska í veruleikanum eisini er týdd eftir. Tí Zakarias Wang samráddi seg til keyp av hesum báðum orðabókunum, bert spell, at hann ikki legði seg á allar tá! BD vísir á fleiri fyrimunir við hesi skipan: Leitorðini eru vald, (men tað er neyðugt, at snara hesar leistar nakað til føroysk viðurskifti), tey verða javnan dagførd, framburður og ljóðskrivt eru skrivað, donsku týðingarnar eru gjørdar. „Eftir er bert at strika danskt og seta føroyskt ístaðin.” Men so einkult man tað kortini ikki vera, sum BD ger tað til.
Síðan manglar bert makin til orðabøkurnar, sum eru umrøddar omanfyri. Her metir BD, at ein móðurmálsorðabók í fyrra lagi og í seinna lagi ein føroysk-donsk orðabók at vera ”avgerandi fortreyt” fyri, at ein føroysk-ensk, føroysk- týsk, føroysk-fransk, føroysk-sponsk og føroysk-russisk kunnu gerast til lítar. Móðurmálsorðabókin kom sum kunnugt í 1998, men tann føroysk-danska orðabókin hevur eingin sæð nakað til enn, sjálvt um hon hevur verið ávegis í eini 8 ella 9 ár ella fleiri, sum er alt ov leingi fyri eina orðabók av slíkum slag og vavi. Men tvørleikin er kanska tann, at orðabókarithøvundin ella orðabókarithøvundarnir ikki hava megnað uppgávuna at flyta orðabókina úr føroyskum í danskt?! BD vísir sjálvur á henda tvørleika: ”At flyta føroyskt inn í fremmandamál krevur kunnleika, sum valla er at finna í Føroyum og tí má útvegast í tí landi, har fremmandamálið verður talað. Men her hava Annfinnur í Skála og Jonhard Mikkelsen gjørt hesum sjónarmiði til skammar, tí teir hava prógvað, at vit føroyingar duga eisini, bara umstøðurnar eru til staðar, og her verður serliga hugsað um fíggjarkarmarnar, sum eru alt ov trongir. Tann føroyskt-danska orðabókin kundi verið loyst øðrvísi hjá Orðabókagrunninum, tí í t.d. Hoydølum hava vit vælútbúgvið fólk bæði við prógvi í føroyskum og donskum. So grundsjónarmiðið hjá BD at týða úr fremmandamálinum, t.v.s. úr føroyskum í t.d. danskt, týskt, franskt ella spanskt er óivað rætt, men í neyðstøðu verður so mangt nýtt sum í tí føroyskt-ensku. Men tann føroysk-danska hjá Orðabókagrunninum tykist vera eitt ótroðið neyðaregg. Men tann føroyskt-týska hevur eingin sæð nakað til, nú hon hevur ávegis í 7 ella 8 ár.
Her skal bert stutt nertast við ta ómegd, sum Mentamálaráðið hevur staðið fyri í arbeiðnum við mínari týsk-føroysku orðabók og tí føroysk-týsku. Orðabókarithøvundarnir báðir hava ongantíð hitst at umrøða viðurskifti millum málini bæði. Her hevði verið eitt hóskandi høvi hjá Mentamálaráðnum at víst, hvussu tvær orðabøkur kundu verið samskipaðar, men so eigasørt. Aðalstjóri og deildarstjórar bæði fyrrverandi og núverandi hava einki gjørt í hesum so sjálvsagda máli, men teir hava blakað málið frá sær og lagt føroysk-týsku orðabókina undir Orðabókagrunnin við Kára á Rógvi sum formanni í 5 ár. So orðini hjá H.A.Djurhuus fyri góðum 100 árum síðan:
1) Saman at halda varð ei okkum givið,
Tí er so lítið burturúr her blivið,
Tí enn vit tala, men ov lítið gera.
Samanhald má vera.
2) Stóðu vit saman, Føroya synir sterku,
Kundu vit útint mangt eitt roysnisverkið,
Kundu vit frama ført til Føroya landið.
Standið tí saman.
Hesi orðini vóru sonn, so sonn tá fyri góðum 100 árum síðan, og tey eru enn líka so sonn dagin í dag.
Framhald