Eg sat við áhuga og lurtaði eftir kjakfundi í Rás 2 frá Sjónleikarahúsinum, har tú vart eitt av umboðunum fyri ein av teim politisku flokkunum. Tú vart væl skorin fyri tungubandinum, svar trutu ikki upp á spurningar, sum komu frá áhoyrarum í salinum. Tú komst m.a. við einum dømi um, at tú hevði gjørt eitt uppskot til eina vápnalóg, sum bert tók tær ein seinnapart, og at tað lógu fleiri slík lógaruppskot í onkrari skuffu. Tað merkir, at tá tú arbeiðir innan títt egna økið, so arbeiðir bæði skjótt og væntandi væl, so tað er eitt løtuverk fyri teg at snikka eina lóg til føroysk viðurskifti.
Men, men. Tú situr nú á øðrum ári sum formaður fyri orðabókagrunninum, og tú og nevndin hava bert megnað at givið eina elektróniska móðurmálsorðabók, sum ikki kann sigast at vera nakað bragd eftir so drúgvari tíð. Tað verður boðað frá, at rættingar eru framdar, men tað tykjast at sløðast fleiri villur eftir í orðabókini. Bert eitt lítið dømi: ””grátt undir steini” lítið krabbadýr ið livir undir steinum (líkt klukku), grótlús (Oniscoidea)” og ”grótlús kv16 (dj., stb.) grátt undir steini (Oniscidæ)”. Bæði tey latínsku heitini munnu neyvan vera røtt: Man tann rætti formurin vera ”Oniscidea”?
Á økinum mentan kundi orðabókatrupulleikin eisini verið havdur á lofti, tí orðabøkur eru ein neyðug skorða at stuðla tí føroyska málinum serliga í skúlahøpi, nú so nógv fremmant árin kemur bóltandi inn yvir okkum. Tær tróta í ólukkumát!
Tú hevur eina ørgrynnu av uppskotum til loysnir av alskyns aktuellum trupulleikum á politiskum fundum, t.d. raðfestingar, umraðfestingar, leigulóg, ognir, sum eru umsetiligar, universitet til m.a. løgfrøðina, men hetta økið, orðabøkur, sum tú hevur umsitið sum formaður í áður nevnda tíðarskeiði, er eftir mínum tykki hilnast sera illa, og tað man eg ikki vera einsamallur um. Her lekur ímillum teori og praksis!
Tí, um tú torir at siga Føroya fólki, tínum veljarum, frá,
hvussu nógvum orðabókahandritum bølir orðabókagrunnurin yvir?
hvussu leingi hann hevur gjørt tað, og hvussu leingi ætlar grunnurin at liggja á hesum handritum afturat? (Eg veit fullvæl, at tað stendur nýtt árstal, 2008, fyri tveimum av teimum, men í fjør stóð 2007. Merkir hetta so, at árstalið bert verður dagført við einum nýggjum árstali aftan á eitt árskifti?)
hvussu nógv hevur tann føroyski skattgjaldarin, tín veljari, ígjøgnum Mentamálaráðið goldið Orðabókagrunninum fyri hesi orðabókahandrit?
hví skal tann týsk-føroyska orðabókin, sum er tann størsta av teimum øllum, og sum er liðug til sítt brúk, fara fyri góðan helvtar prís av hinum orðabókunum?
Uppskot. Tú kanst svara tí føroyska veljaranum alment, tí nú havi eg lagt ein part av hesum sorgarleiki um orðabókagerð, sum m.a. Orðabókagrunnurin stendur fyri, fram fyri almenningin, ella nýta mína teldupostadressu, sum tú kennir, og svara privat. Kemur ikki nøktandi svar hesa ferð,
so kemur framhald.
Tú hevði ynski til veljaran um at skifta nakrar av teim gomlu ”kúllunum”, sum tú málbart teg í endanum av sendingini í sjónleikarahúsinum, út við nakrar nýggjar, men eg vóni ikki, um tú verður valdur inn á ting, at tú tekur arbeiðaslagið í orðabókagrunninum við tær inn um tingsins gátt, tí so verður soðið tunt.