Miðvágur: Sigast kann ikki annað enn, at Harrans árið 2002 byrjaði væl, hvat fiskiskapi og fiskaarbeiði viðvíkur. Sjálv um flestu skipsmanningar sluppu at hvíla seg um jólini og á nýggjárinum, og vit bert eru í 2. viku í nýggja árinum, so hava fleiri skip longu verið inni og landað, og gongd er komin á fiskaframleiðsluna kring landið.
Upsafiskiskapurin hevur verið sera góður, og sum skilst, fáa línuskipini eisini tosk norðanfyri. Tað hevur ikki viðrað nakað serligt, so útróður hevur verið lítil, men Sosialurin veit um bátar, sum hava havt góðar setur.
Undir lúkurnar
Í Miðvági landaðu tey Vesturtúgvuna mikumorgunin. Teir partrola við Grønanesi, sum landaði í Saltangará. Skipini eru full undir lúkurnar, og í Miðvági mettu tey, at Vesturtúgvan hevur 150.000 pund. Meginparturin av veiðini ? ella eini 90% - er hampiliga góður upsi; restin er toskur, hýsa og kongafiskur.
? Okkara fyrsti framleiðsludagur í nýggja árinum var týsdagurin; tá fingu vit nakað av fiski úr Vestmanna og Sørvági. Í morgun fóru vit so undir fiskin hjá Vesturtúgvuni, og væntandi verður arbeitt tað, ið eftir er av hesi vikuni, segði Albert Ellefsen, virkisleiðari, mikumorgunin.
Og hann er optimist; tað krógvast ikki:
? Nú ætla vit ikki at helma í, fyrr enn árið er liðugt, sigur virkisleiðarin á Fiskavirking í Miðvági.