Opnahjallur og fýrverkari við Løkin

Intensiteturin var stórur, og mistøkini ógvuslig, tá ið EB/Streymur slapp úr Runavík við einum stigi

NSÍ 3 bóltar

EB/Streymur 3 bóltar


Tað var støðugt tætt og spennandi, og tá ið fíni dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, tóktist tað sum um, at báðir partar kundu liva við 1-1.

Bæði NSÍ og EB/Streymur kundu hyggja aftur á løtur, tá ið teir høvdu fínar møguleikar at avgera, men hvør parturin kendi bara sína vitjunartíð eina ferð.

Einsamalli EB/Streyma álopsspælarin Arnbjørn Hansen legði gestirnar framum, tá ið hann kom ímillum kiksaða afturlegging. Næstan av baklinjuni í høgru høgdi hann bóltin í mótsatta síðunetið, og tað var væl skiljandi, at teir á heimaliðnum sóu sera harmir út.

NSÍ legði bragdliga fyri. Ferð eftir ferð spældu teir seg ígjøgnum í vinstru, og tað stóðust fleiri vandamiklar støður burturúr. Stútari frá annars púra ósjónliga Andersson varð eftir horna bjargaður á strikuni, og fleiri aðrar ferðir leikaði hart á í brotsteiginum. At tryggi miðverjin Egil á Bø og miðvallarin Símun Eliasen tíðliga sóu gult gjørdi tað ikki lættari hjá EB/Streymi.

Eftir leiðslumálið lætnaði tað hjá gestunum, og tað var um reppið, at mest eyðsýndi miðvallarin, Ronnie Samuelsen, økti um leiðsluna. Men stútarin eftir uppspæl í vinstru brast í tvørtræið.


Vandamiklir deyðbóltar

Ferðin var lægri eftir steðgin, og eksplosiviteturin og hugflogið vóru einki at rópa hurrá fyri. Heimaliðið hevði trupulleikar, tí miðvallararnir fluttu seg ov lítið fyri hvørjum øðrum, og tí álopsspælararnir – burtursæð frá frálíka Hjalgrími Elttør – vóru lítið eyðsýndir.

Útjavnandi málið skoraði Hjalgrím Elttør eftir langt innkast úr høgru frá Einari Hansen. Bólturin endaði í brotsteiginum mitt fyri, og Hjalgrím smekkaði bóltin dygst inn við handara stólpanum.

Eina løtu kendist tað sum um, at NSÍ fór at fáa rættuligt tak á, men tað megnaðu teir kortini ikki.

EB/Streymur var sera vandamikið í deyðbóltsstøðum. Tað var serliga í hesum førunum, at tað sást, hvussu ótryggir heimamenninir vóru undir egnum máli. Símun Eliasen og Hanus Eliasen høvdu risa møguleikar, og tað var væl skiljandi, at teir á heimaliðnum vóru fegnir um, at dómarin peikaði uttanfyri brotsteigarmarkið, tá ið hann metti, at Pól Thorsteinsson hevði skumpað í ryggin á mótstøðumanni.

Frísparkinum kom einki burturúr, og hóast viljin tóktist var stórur, so megnaði hvørki liðið síðstu løtuna at spæla seg til upplagdar møguleikar.