Opið regluliga í Leirvík

Báta- og Listasavnið í Leirvík verður nú regluliga opið í vetur

Báta- og Listasavnið verður nú regluliga opið í vetur, ávikavist hóskvøld klokkan frá 19-21 og sunnudagar frá klokkan 15-18.

 

Umframt vanligu framsýningina av bátum og málningum, hevur listamaðurin Tummas Jákup Thomsen listaframsýning við heitinum "Tey eru rýmd" í ovaru hæddini í savninum.

 

Framsýningin hjá Tummas Jákup Thomsen verður opin allan januar og februar mánað.

 

Tað skrivar heimasíðan hjá Eysturkommunu í dag.