Í gjár lækkaði Eik Banki bústaðarrentuna úr 5,25 prosentum niður í 4,0 prosent. Men BankNordik lá ikki leingi á boðunum og boðar nú frá, at bankin skal vera betur enn Eik Banki og bjóðar nú bústaðarlán við 3,95 prosentum í rentu.
Bankin sigur í morgun, at rentulækkingin á bústaðarlánum ber við sær, at lægsta bústaðarlánsrentan lækkar vid 0,8 prosentstigum niður í 3,95 prosent. Kundar í BankNordik fáa harvið uppaftur bíligari bústaðarfígging, tá teir gerast Nordik360 kundar í bankanum.
Tad skal loysa seg at savna síni fíggjarviðurskifti í BankNordik, og vit arbeiða miðvíst við at betra um tilboðini til kundar okkara við kappingarførum prísum. Hetta inniber m. a., at vit støðugt laga virksemið eftir marknaðarstøðuni, og á tann hátt tryggja vit kundum okkara bestu treytir og flestar fyrimunir, sigur John Rajani, stjóri í BankNordik.
Hornasteinurin í Nordik360 er, at kundar fáa fleiri fyrimunir og betri rentur, jú fleiri fíggjarviðurskifti teir savna í BankNordik. Nordik360 er tó meira enn ein spurningur um prís. Tað snýr seg eisini um betri yvirlit, betri heildarráðgeving og møguleikan at stovna allar tryggingar og bankatænastur undir somu lon.
Øll eru vælkomin at seta seg í samband við okkum og fáa eitt óbindandi tilboð, sigur John Rajani.
Rentulækkingin kemur í gildi 15. mai 2013.