Fyri fyrstu ferð letur Tryggingarfelagið Føroyar húsið upp fyri almenninginum. Hetta hendir í kvøld, Mentanarnáttina, frá kl. 19 – 21.
Tað er soleiðis, at høvuðssætið hjá Tryggingarfelagnum Føroyar er ein eind av fimm bygningum, sum eru samanbygdir. Talan er um gamla bygningin hjá Dimmalætting, Kamarsbygingin, har sum kømurini hjá Hotel Føroyar vóru, Geilin, har sum Føroya Gjaldsstova var, Niels Arge-bygningurin og Rosenborg, har sum Hotel Føroyar var og Tryggingarfelagið Føroyar er.
Høvi verður hjá teimum vitjandi at fara rundtúrur í søguligu bygningunum við
frásøgufólki hvønn hálvan tíma. Eisini ber til at hyggja at bygningunum einsamallur.
Høvi verður eisini at síggja øll listaverkini, sum eru keypt gjøgnum øll árini felagið hevur verið til.
Samstundis sum húsið er opið, verður livandi tónleikur á torginum, eins og te og kaff i verður at fáa.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin, verður sagt frá Tryggingarfelagnum Føroyar.