Opið hús hjá Nordcar leygardagin

Leygardagin 10. juli verður opið hús við móttøka hjá nýggju fyritøkini, Nordcar, við Ringvegin úti við Velbaðstaðvegin í Havn. Fyritøkan umboðar bilmerkini BMW og Fiat

Hálvan apríl 2004 yvirtók nýggja felagið, Nordcar, umboðini fyri BMW og Fiat í Føroyum.

Arbeiðsumstøðurnar hava ikki verið serliga góðar við Velbastaðvegin, síðan teir byrjaðu. Vegna vegarbeiðið hevur verið ringt at koma til, og alt økið rundan um bygningin hevur verið eitt stórt arbeiðspláss.

Nú er alt so gott sum liðugt, og ein nýggj innkoyring er gjørd frá Velbastaðvegnum.

Á goymslu hava teir fingið eitt stórt úrvæl av bæði FIAT og BMW, m.a. tann nýggja BMW 520i og tann nógv eftirspurda Fiat Panda, ið var valdur til ársins bil í Evropa í ár

Fyritøkan er deild upp soleiðis, at mekaniski verkstaðurin og plátuverkstaðurin koyra sum sjálvstøðugar eindir. Aron Justinussen rekur mekaniska verkstaðin undir navninum BF-Service, og Sofus Lognberg rekur plátu- og lakkeringsverkstaðin. Bilsøluni tekur Jens Petur Jensen sær av, umframt at hann er stjóri felagsins. Goymsluni tekur Jákup Klein Olsen sær av, hetta hevur hann eisini gjørt tey seinastu 13 árini. Hesir báðir seinast nevndu eru partaeigarar í fyritøkuni.

Felags móttøka og telefonnummar fyri allar deildirnar er: 30 80 80

Jens Petur Jensen sigur, at nú alt er komið upp á pláss, bjóða teir til móttøku leygardagin 10. juli frá kl. 10 -16, og vænta teir at síggja nógv vitjandi hendan dagin. Møguleiki verður fyri at hyggja runt í húsinum og royna nýggjar og brúktar bilar, sjálvandi verður eisini kaffi og okkurt gott afturvið, upplýsir Jens Petur Jensen, stjóri í Nordcar.