Eg vil hervið heita á sjónvarpsstjóran, sum er rímiliga nýggjur í starvinum og tí ikki skuldi verði stagneraður í starvinum, um at fáa teksta tíðindini frá Íslandi, sum verða send í SVF.
Eg veit ikki hvør í sjónvarpsleiðsluni hevur haft og hevur, ta fatan, at allir føroyingar skilja íslendskt. Eg vil meta, at kanska eitt prosent av føroyingum skilja so frætt av íslendskum, at tey fáa nakað sum helst burturúr sendingini í "grannum okkara" og kann tað ikki verða nøktandi hjá sjónvarpsleiðsluni.
Ísland er okkara grannatjóð og eru føroyingar sjálvsagt áhugaðir í hvat fyriferst í Íslandi, men við verandi støðu, verður kunnleikin frá SVF lítil og eingin.
Fyri nøkrum árum síðani var tað ein, helst fleiri kvinnur, sum alment komu fram við sama ynski, og so vítt eg minnist, bjóðaðu tær sær til at hjálpa við umsetingini, men har hoyrdist tíverri einki aftur.










