Opið bræv til leiðslu og stýrið Kringvarpsins - og ikki minst politiska myndugleikan

Sum yrkisfelag hjá 7 av 8 teirra, ið hava fingið hoyringsskriv um uppsøgn, vil Starvsmannafelagið koma við hesi almennu áheitan:

Starvsmannafelagið harmast almikið, at tað skuldi koma so vítt, at limir okkara hava fingið hoyringsskriv um uppsøgn handað.

At skerja ein stovn, ið frammanundan er skorin inn á bein og longu í dag tørvar fleiri starvsfólk, er høpisleyst. Hevur verið trupult at røkt skyldurnar áður, so hvanan verri hereftir, verður avgerðin ikki endurskoðað.

 

Kringvarp Føroya, okkara einasti almenni fjølmiðil, ið skal virka óheftur og borga fyri dygd og umboða okkum øll á ein nøktandi hátt, tolir als ikki hesa skerjing!

Tey starvsfólk, ið nú sita við hesum skrivum um høgtíðina, hava tænt stovninum í mong ár og hava ikki uppiborið hesa lagnu.

Flestu teirra hava fá ár eftir á arbeiðsmarknaðinum og er hetta vána tøkk at bera teimum, ið hava grundlagt og bygt upp útvarp og sjónvarp okkara.

 

 

Hvat er endamálið við ikki at vilja stuðla okkara einasta almenna miðli?

 

Er tað at skerja frælsan tíðindaflutning?

Er tað at niðurpína programvirksemið, sum er meginparturin av senditíðini og týðandi partur av Public Service skylduni?

Er tað at vísa, at tað almenna torir at skerja almenn størv, nú privatu virkini tíverri hava verið noydd at skerja teirra starvsfólkahóp?

Er tað ikki ein alneyðugur glotti í hesum tíðum, at vit hava tíðindi og sendingar at varpa ljós á viðurskifti, ið hava okkara allra áhuga og kunnu vera við at broyta og betra um støðuna?

Er kunning og at grava eftir orsøkum til viðurskiftini ikki ongantíð tíðningarmiklari enn í truplum tíðum?

Eftirlit og stýring av almennu íløgunum og raðfestingunum er prógvað so neyðug sum aldri áður, og her tørvar okkum eitt vælmannað Kringvarp.

Er okkara 4. statsvald veingjaskert, tess minni alment eftirlit og møguleikar at fáa til vega neyðuga kunning til broytingarmøguleikar.

 

 

Starvsmannafelagið heitir tí inniliga á tykkum, um at finna aðra loysn enn at siga starvsfólki upp.

Hesar tíðir eru eisini serstakliga lítið hugaligar at verða sendur út í starvsloysi - ikki at tað nakrantíð er tað. Ikki tykkum at siga, so hevur missur av sínum starvi, stóra ávirkan á tann einstaka og eisini samfelagsliga kann tað fáa djúptøknar avleiðingar. Tær avleiddu avleiðingarnar, kunnu kosta okkum øllum so mikið meira.

 

Í mun til tað konkreta, ið tey sjey hava skrivað í valaskrivinum til Kringvarpsstýrið, verður m.a. víst á, at samstundis sum tey hava fingið hoyringsskriv, so verður sókt eftir journalisti at seta í seinasta lagi 01.02.09

Hetta kann ikki vera rætt.

At siga dugnaligum fólki úr starvi og so søkja eftir øðrum?

Alt annað enn at strika hasa lýsing er burtur úr vón og viti!

Og merkir hetta í roynd og veru, at tað er peningur tøkur, hóast alt?

Eisini vísa tey á, at ikki er roynt at kanna møguleikarnar fyri størvum í niðursettari tíð ella øðrum møguleikum, ið eru verdir at troyta, áðrenn fólk fáa hoyringsskriv um uppsøgn.

Harafturat vil Starvsmannafelgið viðmerkja at sparingin fyri 2009 við at handa hesum 8 hoyringsskriv um uppsøgn, er serstakliga avmarkað.

Tey hava øll starvast so leingi hjá Kringvarpi Føroya, at tey hava øll fulla uppsaganrtíð. Henda er 6 mánaðir umframt fulla summarfrítíð og 6. frívikuna og onnur gjøld, sum avspáking v.m.

So sparingin er so sera avmarkað, í mesta lagi góðar 3 mánaðir komandi ár.

 

Vit heita eisini staðiliga á Føroya Løgting um at samtykkja at kringvarpsgjaldið verður tikið inn yvir skattin alt fyri eitt.

Hetta er bæði ein solidarisk avgerð og skipan og sum eisini tryggjar at okkara almenni miðil kann virka sum Public Service stovnur.

 

Tað tykist annars, sum hava vit verið dugnalig at samrátt okkum til ikki minni enn eini 30% í lønarhækkin seinnu árini.

Hevði tað verið so væl.

Tað er samlaði lønarmassin í kringvarpinum, ið er vaksin hesi 30 % og eru tað ikki limir okkara, ið hava fingið 30 % í lønarhækking og ei heldur bera bróðurpartin av hesi hækking.

Tað er tó sera álvarsamt, at ein stovnur skal avhalda lønarhækkingar og ikki hava møguleikan at fíggja hesa.

Tað er reelt at binda fakfeløgini niður og stýra, so at lønarhækkingin fær ta avleiðing, at okkara limir antin missa sína størv ella at stovnurin gerst undirmannaður.

Skilji tað, hvør ið skilja vil.

Vit kunnu ikki góðtaka hesa niðurbinding.

 

Starvsmannafelagið mælir staðiliga pørtunum at seta seg niður at finna eina virðiliga loysn á málinum. Hoyringsfreistin er úti 14.01.09 og tí er rúm tíð, at partarnir kunnu arbeiða við málinum.

Tað er so sanniliga eisini í hesum døgum, at tað neyðugt at lyfta í felag og finna skilagóðar loysnir.

 

 

Starvsmannafelagsins vegna

Selma Ellingsgaard

Forkvinna