Opið bræv til Kaj Leo Johannesen, løgmann

Kanst tú greiða føroysku fakfeløgunum frá, hvussu tað fer at bera til at halda tær skyldur, sum álagdar eru í arbeiðsumhvørvislógini, nú 4½ starv verða niðurløgd harímillum 2 týðandi verkfrøðingastørv, sum hava røkt nakrar av teimum tyngstu uppgávurnar á stovninum.

Í útvarpinum er løgmaður endurgivin fyri at siga at tær sparingar, sum Jóhan Dahl hevur sett í verk innan arbeiðsumhvørvisøkið eru gjørdar á lógligan og fullgóðan hátt.
Hesi úttalilsi eru rættuliga einkisigandi, tí tað sum er avgerandi fyri bæði vinnuna og vanliga løntakaran er, um løgmaður kann tryggja okkum hvussu samanlagdi stovnurin ítøkjuliga kann koma at røkja allar lógarkravdu uppgávurnar, nú kr. 730.000,00 verða skarvaðar av játtanini til Arbeiðseftirlitið, umframt tær sparingar, sum seinnu árini longu eru framdar innan hetta økið.
Í staðin fyri at blástempla alt tað, sum landsstýrisumboðini fremja, so eigur tað at vera skylda løgmans alment at greiða føroysku løntakarunum frá:
á hvørjum grundarlag hann kann siga, at alt verður gjørt á lógligan og fullgóðan hátt.
um løgmaður kann vissa okkum um, at samanlagdi stovnurin kemur at kunna røkja allar tær uppgávur, sum lógin áleggur Arbeiðseftirlitinum at loysa,
ítøkjuliga hvussu ætlanin er at røkja hesar uppgávur við skerdari játtan og starvsfólkatali.

Tórshavn, 25.02.2011

Føroya Arbeiðarafelag
Ingeborg Vinther, forkvinna