Ferðslan í Suez-veitini kann nú koma aftur í fasta legu, boðar myndugleikin, sum varðar av Suez-veitini, frá.
Bingjuskipið »Ever Given« er leyst aftur og siglir spakuliga við egnar motormegi, vísa myndir í egyptiskum sjónvarpi.
Á sjónvarpsmyndunum sæst skipið liggja mitt í veitini.
– Osama Rabie, admiralur, stjóri í myndugleikanum, sum umsitur Suez-veitina, hevur boðað frá, at skipaferðslan kann fara í gongd aftur, stendur í boðunum sambært tíðindastovuni AFP.
Eygnavitni á staðnum vátta, at skipi siglir.
»Ever Given« hevur staðið fast í Suez-veitini í næstan eina viku og hevur forða fyri, at onnur skip kunnu sigla gjøgnum týdningarmiklu farmaleiðina.
Umleið 300 skip bíða í løtuni eftir at kunna sigla ígjøgnum kanalina.
##med2##
Suez-veitin bindur saman Miðalhavið og Reyða Havi og er stytsta leið millum Ásia og Evropa. Hon er 190 kilometrar long, 24 metrar djúp og 205 metrar breið. Tíggjutals skip kunnu sigla gjøgnum veitina um dagin.
Umleið 12 prosent av heimsins góðsi verður flutt gjøgnum veitina. Í 2020 svaraði tað sambært SCA til 1,17 milliardir tons av góðsi.
»Ever Given«, sum er skrásett í Panama, var sambært BBC áv eg úr Kina til Rotterdam í Hollandi og sigldi norðureftir, tá tað sigldi á land.
/ritzau/Reuters












