Operahjúnini bergtóku fjøldina

Tey mongu fólkini, ið høvdu leitað sær í Norðurlandahúsið hóskvøldið at hoyra hjúnini Rúna og Susanne Brattaberg fingu eina framúr góða tónlistarliga uppliving.

Flestallir áhoyrarnir vóru á einum máli um, at talan hevði verið um eina fantastiska konsert, tá ið Rúni og Susanne Brattaberg saman við Føroya Symfoniorkestri undir leiðslu av Bernhardi Wilkinson høvdu framført í Norðurlandahúsinum. Tey bæði sungu hvør sær, og talan var um tvey heilt ymisk sløg av operasangi, ið tey bæði framførdu.

Susanne tók øll á bóli
Tað var Rúni Brattaberg, ið legði fyri. Hansara sangur var framførdur á einum slagi av einum norrønum máli, sum var ógvuliga mystiskt og hugtakandi, sum onkur kønur málbar seg eftir konsertina.
Undan framførsluni hjá Rúna greiddi Árni Dahl, málfrøðingur, frá sanginum hjá Rúna, og hvat ið verkið var um. Um framførsluna hjá Rúna Brattaberg er at siga, at hon livdi upp til tað, ið fólk væntaðu. Talan var tó ikki um traditionella operu, men heldur um nýtt og eksperimenterandi tilfar, ið brýtur eitt sindur frá tí klassiska.
Tá ið Rúni var liðugur við sína framførslu, trein kona hansara, Susanne, á pallin. Nú skifti stílurin fullkomiliga, og áhoyrarafjøldin slapp at hoyra tann kenda og populera operatónleikin við brotum úr eitt nú Carmen. Í mun til Rúna visti føroyska áhoyrarafjøldin ikki, hvat ið væntast kundi av Susanne, men tað er neyvan at taka munnin ov fullan at siga, at hon fullkomiliga tók øll á bóli. Umframt at syngja framúr væl, dugdi Susanne Brattaberg eisini ómetaliga væl at framføra, og hon livdi seg inn í sangin við bæði rørslum og framburði. At áhoyrararnir dámdu væl framførsluna hjá Susanne var eisini sjón fyri søgn, tí hon bleiv klappað inn aftur á pallin fleiri ferðir.
Sum áðurnevnt var tað Føroya Symfoniorkestur undir leiðslu av Bernhardi Wilkinson, ið spældi undur, og fleiri tónleikakøn vildu verða við, at talan var um eina tað bestu framførsluna hjá orkestrinum nakrantíð. Ikki minst var tað stuttligt at síggja orkesturleiðaran, Bernhard Wilkinson, sum veruliga livdi seg inn í hvønn einstakan sang.

Nærkast endanum
Konsertin við teimum báðum Rúna og Susanne Brattaberg var ein partur av árligu Listastevnuni, sum nú nærkast endanum.
Um vikuskiftið hevur Annika Hoydal tvær konsertir í Sjónleikarahúsinum, og Pipar og Salt fara at hava fleiri framførslur fyri fullum húsum í Norðurlandahúsinum næstu dagarnar.
Einrøðuleikurin Sellofan er framvegis á skránni á Meiarínum, og higartil hevur hvør einasta sýning verið útseld.
Leygarkvøldið verður skipað fyri dansinátt við føroyskum dansi í Gistingarhúsinum í Øravík, og kórið Ljómur úr Vági hevur konsert í Listaskálanum í Havn og Fríðrikskirkjuni á Toftum leygardagin.
Tá ið vikuskiftið er farið aftur um bak, er skráin fyri hesa Listastevnuna tó liðug, og fólk noyðast at brynja seg við toli til komandi ár.