Opel Zafira OPC TurboVan ? heimsins kvikasti vørubilur

Okkurt bilblað skrivar, at Opel Zafira OPC TurboVan er heimsins kvikasti vørubilur, onnur bløð skriva, at hann er kvikasti vørubilur í Evropa. Sama ger, bilurin er kvikur og koyrir sum ein sportbilur

Opel Zafira, sum annars er ein 7 persóna familjubilur, er komin í eini OPC útgávu við 192 hk og eini toppferð uppá 220 km/t. 2,0 16V turbo-bensinmotorurin hevur yvirskot av kraft bæði til yvirhálingar og koyring í brøttum brekkum. Við at koyra bilin merkist beinanvegin at gott samanspæl er millum hjólini og fjaðraskipanina. Bilurin er senkaður og hevur stramma avfjaðring, ið samstarvar væl við lágprofildekkini, sum eru í støddini 225/45-17. Ventileraðar sport-skivubremsur eru við øll fýra hjólini.
Innan er Zafira OPC eisini merktur av tí sportliga, hvít instrumentir á instrumentborðinum, Racaro-sportsetur. Eisini hevur hann aircondition, fartpilot og el-síðurútar og el-síðuspegl við hita. Hann hevur fýra airbag, og 4-kanals ABS bremsur, elektroniskan bremsukraftdeilara (EDB) og elektroniska stabilitetsskipan (ESP) við Traction Control (TC Plus). Karossaríið hevur innbygdar trygdarzonir yvir allan bilin. Vørurúmið er 1705 litrar.
Bilurin verður gjørdur á Opel Performance Center (OPC), ið er eitt dótturfelag hjá Opel, sum heldur til í Bochum í Týsklandi. Teir hava serútbúgving í at gera sportligar Opel bilar sum t.d. Astra Coupé við V8 motori, 444 hk og koyrir frá 0-100 km/t uppá 4,0 sek.
????????????????????

Opel Zafira OPC TurboVan

Motorurin:2,0 litur 16 V 4 syl. við 192 hk
bensinmotorur við turbo

0-100 km/t8,2 sek.
Bensinnýtsla9,9 km/l
Dekkstødd225/45-17
Stødd og vekt
Longd432,0 cm
Breidd174,0 cm
Hædd163 cm
Eginvekt1450 kg
Totalvekt2075 kg
Vørurúm1705 litrar
Prísurkr. 290.000
SøluumboðP/F Meinhardt Arge
við Oyggjarvegin
FO-110 Tórshavn
Tel. 345400