Opel Vectra stationcar

Á altjóða bilaframsýningini í Frankfurt í september verður nýggi Opel Vectra Wagon frumsýndur. Bilurin, ið kemur á marknaðin um árskiftið 2003/04, verður ein rúmligur og elegantur stationcar

Nú nýggi Opel Vectra hevur verið á marknaðinum í gott eitt ár, er ein stationcar útgáva á veg. Talan er um Opel Vectra Wagon, sum verður 13 cm longri enn sedan og hatchback útgávurnar. Við baksetrinum niðri verður vørurúmið 1.850 litrar, og til ber at flyta lutir, sum eru upp til 2 m langir. Sjey motorar verða at velja ímillum, fýra bensin og tríggir diesel. Størsti motorurin verður ein 3,2 litur V6 ECOTEC við 211 hk. Vectra Wagon verður ein rúmligur, elegantur og væl koyrandi bilur, sum kemur á marknaðin um árskiftið 2003/04.