Magnus Gunnarsson
Vectra verður ein størri bilur enn forgangarin, 10 cm longri, 9 cm breiðari og 3,5 cm hægri. Opel hava gjørt ein íløgu uppá 5.9 milliardir krónur í verksmiðjuna í Rüsselheim í Týsklandi, har Vectra í sedan útgávuni verður gjørdur, og 2,4 milliardir krónur í Ellesmere verksmiðjuna í Onglandi, har hatchback útgávan av Vectra verða framleiddir. Teir vænta sær nógv av nýggja Vectra.
Góður kvalitetur
Vectra skal kappast við bilar sum Ford Mondeo, Citroën C5 og Nissan Primera. Nógv er gjørt burturúr kvalitetinum og koyrieginleikunum. Bilurin hevur ein heilt nýggjan "multilink" bakaksil og elektroniskt stýrda elektrohydrauliska servostýring. Umframt nógva aðra útgerð sum betra um koyrieginleikarnar.
Trygdarútgerðin
Trygdarútgerðin umfatar til dømis airbag framman, í síðunum og gardinairbag, og elektroniskt stabilisering program (EPS).
Opel hava eisini patent uppá teirra pedalskipan, sum verjir bilføraran ímóti skaða í beinini við ein samanstoyt, eins og aktivar "anti-whiplash" nakkapútur. Annars fæst Vectra við hópin av eykaútgerð sum er við at økja um trygdina komfortin hjá bilførarnum og teimum ferðandi.
Stationvognur seinni
Teir fyrstu bilarnir sum koma á marknaðin, koma við 4 syl. ECOTEC bensinmotorum við 122 og 147 hk og dieselmotorar við 100 og 125 hk.
Seinni koma aðrir motorar, sum t.d. ein 3,2 litur V6 við 211 hk. Í fyrstu atløgu kemur Vectra bert sum sedan og hatchback. Næsta ár kemur ein stationvognur saman við eini MPV útgávu.










