Meðan verkfallið her hjá okkum stóð við í umleið ein mánað, stóðu nógvir nýggir bilar og bíðaðu eftir at koma til Føroyar. Ein av teimum var Opel Meriva. Við "FlexSpace" systeminum er Opel Meriva ein bilur við heilt nýggjum møguleikum fyri innrætting. Meriva er genialt innrættaður, t.d. er baksetrið deilt í trý, soleiðis at t.d. mittasta setrið kann leggjast niður, síðan kunnu tey uttaru setrini flytast inn móti hvørjum øðrum og flytast aftur ella fram. Møguleiki er eisini fyri at velja ímillum gott beinpláss á baksetrinum ella stórt viðførisrúm. Um øll trý baksetrini verða løgd framyvir og løgd saman, verður gólvflatan 170,0 cm í longd. Hetta eru bert nakrir av møguleikunum við innrættan av Meriva við "FlexSpace" systeminum.
Bilurin fæst við fimm ymiskum motorum, tveimum 1,6 litur bensinmotorum við ávikavist 87 og 100 hk og einum 1,8 litur bensinmotori við 125 hk og tveimum 1,7 litur dieselmotorum við ávikavist 75 og 100 hk.
Meriva fæst við hópin av eykaútgerð sum t.d. "Twin Audio", har tey á baksetrinum við høvuðtelefonum kunnu lurta eftir einum øðrum programmi enn tey á forsetrinum. Bilurin fæst eisini við Xenon forlyktum, aircondition, leðurinntrekki og alu-felgum. Eisini kann bilurin leverast soleiðis, at hann hevur tvey sóltak. Meriva verður gjørdur í Zaragoza í Spanien. Bíligasti Mevira kostar 169.000 krónur.
Opel Meriva 1,6 16V
Motorurin1,6 litur 4 syl.16V við100 hk
ECOTEC bensinmotorur
0-100 km/t13,3 sek
Bensinnýtsla13,3 km/l
Dekkstødd185/60-15
Longd404,2 cm
Breidd169,4 cm
Hædd162,4 cm
Viðførisrúm491 litrar
PrísurKr. 189.000,-
SøluumboðP/F Meinhardt Arge
v.Oyggjarvegin
FO-100 Tórshavn
Tel. 345400
www.bilarge.fo