Opel GT er gjørdur við gjørdur við tí fyrra Opel GT, sum varð gjørdur frá 1968-73, sum fyrimynd. Bilurin verður avdúkaður á bilaframsýningini í Genéve síðst í hesum mánaðinum.
Nýggi bilurin, ið verður drivin av bakhjólunum, hevur 2.0 litur 4 syl. ECOTEC turbo bensinmotor við 260 hk og koyrir frá 0-100 km/t upp á minni enn 6 sekund.
Designið líkist Opel GT, sum fyrstu ferð var sýndur fram á Frankfurt Motor Show í 1965, og kom á marknaðin í 1968. Opel GT var framleiddur í yvir 100.000 eindum, tey umleið fimm árini hann var á marknaðinum. Síðan hevur bilurin verið eitt samlaraobjekt um allan heimin.
Opel GT, ið skal framleiðast á eini verksmiðju í USA, kemur á marknaðin á vári 2007.
Kelda: GM Danmark










