Magnus Gunnarsson
Saab bilverksmiðjan í Svøríki uppfann »aktivu nakkapútana«, sum er í Saab bilunum, og nú verður standardútgerð flestu Opel bilunum.
Hetta er ein nakkapúta, sum í einum samanstoyti flytur seg upp og framyvir móti høvdinum hjá teimum, sum sita í bilinum.
General Motors
keypt Saab
General Motors í USA hevur júst nú boðað frá, at teir hava keypt seinasta helmingin av partabrøvunum í Saab Automobile, og at tann »aktiva nakkapútan« verður standardútgerð á teimum nýggju Opel bilunum av slagnum: Astra, Vectra, Omega, Zafira og Flexivan, eins og á øllum Saab bilunum.
Endamálið við hesi nakkapútu er at minka um vandan fyri skaða, tá bilurin verður ákoyrdur aftanífrá.
Teir alsamt vaksandi skaðar á háls og rygggeislar koma av tí økta talinum av samanstoytum aftanífrá, sum er ein beinleiðis avleiðing av tættleikanum í ferðsluni í Europa.
Tey seinastu 30 árini er talið av skaðum á háls- og rygggeislar tvífaldað. Hesar »aktivu nakkapútur« eru eitt stórt stig tann rætta vegin. Skaðar á hálsin, nakkan og rygggeislar enda ofta við álvarsamari pínu hjá sjúklinginum, og krevur dýrar og langar viðgerðir.
Beinanvegin klár
til næsta stoytin
Nakkapútan er mekanisk og er beinanvegin klár til næsta stoytin, við til dømis ein harmonikusamanstoyt, tá lyftur pútan seg 2 cm. uppeftir og góðar 6 cm inn ímóti høvdinum. Nú eru tað ikki øll, sum koyra í einum nýggjum Saab ella Opel, men á flestu bilum kunnu nakkapúturnar stillast. Tá er rætt at stilla púturnar á hædd við høvdið, og um tær kunnu stillast framyvir, so eisini fram ímóti nakkanum.
Eitt gott og stuðlandi bilsetur við nógvum møguleikum at stilla inn, er ein týdningarmikil partur av trygdarútgerðini í einum bili.
Kelda: Berlingske Tidende










