OPEC-londini fara ikki at góðtaka, at oljuprísurin fer niður um 80 dollarar fyri tunnuna Tá oljuútflytaralondini í OPEC-felagsskapinum hittast til fundar í næsta mánað, fara tey at viðgera eitt uppskot um at skerja framleiðsluna.
Bloomberg News skrivar, at OPEC-londini miðja eftir at halda oljuprísinum á umleið 80 dollarum fyri tunnuna. Sambært tíðindastovuni kann tað væl henda, at londini fara at umhugsa at skerja framleiðsluna, um prísurin kemur niður um 80 dollarar.
-Í øllum førum tykist greitt, at londini fara ikki at gera nakað, um prísurin heldur sær oman fyri 85 dollarar, skrivar Bloomberg News.