Londini í OPEC fara at framleiða tvær milliónir tunnur av olju minni um dagin Oljulondini í OPRC samdust í dag um at skarva tvær milliónir tunnur av teirri dagligu framleiðsluni.
Saudiarabiski oljumálaráðharrin, Ali al-Nuaimi, sigur við Reuters, at skerjingin er gjørd fyri at forða fyri, at oljuprísurin skal fella meiri.
Hetta er tann størsta skerjingin hjá OPEC-londunum nakrantíð.
Samstundis hevur felagsskapurin heitt á tey oljulondini, sum ikki eru limir í OPEC, um at skerja teirra framleiðslu millum 500.000 og 600.000 tunnur um dagin.