ONS og burðardygg menning

Oljumessa

Týsdagin lat upp 15. altjóða oljuráðstevnan og messan í norska oljubýnum Stavanger. Tiltakið er annaðhvørt ár. Annaðhvørt ár er hon í Aberdeen. Meira enn 1000 framsýnarar eru á framsýningini og mett verður, at eini 30.000 fólk vitja messudagarnar. Millum útlendsku fyritøkurnar eru eisini 12 úr Føroyum, sum hava ein felags bás. Tíðini líkt ? har bíðað verður eftir nýggjum úrslitum frá leitingini við Føroyar ? er føroyskur básurin lítil og avmarkaður. Talið á fólki á básinum er eisini avmarkað, so hetta fer ikki at teljast millum teir dýru framsýningarbásarnar í føroyskum høpi. Oljuvinnufelagið og Atlantic Offshore Base í Runavík stíla fyri tiltakinum, sum annars Menningarstovan hevur staðið fyri øll árini. Kjartan Kristiansen, sum hevur gjørt eitt veldugt arbeiði at selja Føroyar og føroyska vørur og tænastur í eitt mannaminni er hesaferð avloystur av Maluni Johannesen frá Vinnuhúsinum og Lassa Borðoy frá Atlantic Offshore Base.
ONS er ikki bara framsýning av tøkniligum útbúnaði og øðrum við tilknýti til oljuvinnu. Her er eisini ein ráðstevna við fyrilestrum við kendum nøvnum úr nógvum londum, sum luttaka. Høvuðsevnið fyri ONS 2002 er »Energising a new Generation«. Tað er inn at tosa um reint umhvøri og fara eisini tankar til heimsráðstevnuna í Rio um burðardygga menning, tvær ráðstevnur, sum í veruleikanum hava rættiliga tætt tilknýti til hvørja aðra, nú heimsins lond royna at minka um dálkingina, sum stavar frá nýtsluni av kolvetnum. Her er eisini spurningurin um alternativar og varandi orkukeldur av alstórum týdningi, eisini fyri tey stóru oljufeløgini, sum leggja seg meira eftir at gera íløgur í reinar og varandi orkukeldur, herundir sól, vind, hydrogen oa.