Onnur stuðulsfløgan hjá Marnar og Árna

Tvíburabrøðurnir Marnar og Árni Andreasen í Havn hava givið út eina fløgu fyri at stuðla arbeiðinum hjá Frelsunarherinum. Hetta er onnur stuðulsfløgan, teir geva út. Hin fløgan, sum kom út fyri góðum tveimum árum síðan, gav 150.000 krónur til Frelsunarherin. Yvirskotið av fløguni fer óskert til andaliga og sosiala arbeiði, ið Frelsunarherurin stendur fyri.

Á nýggju fløguni eru 10 andaligir sangir, sum vanliga verða sungnir í Frelsunarherinum. Fløgan fæst kring landið og kostar 169 krónur.