– Fullkomiliga! Hetta hevði als ikki borið við meg, svarar Jógvan Isaksen, tá vit hava hann í horninum úr Danmark, og spyrja um tað kom óvart á hann, nú hann fær Heiðursgávu Landsins og 75.000 krónur.
Hann er ógvuliga fegin um virðislønina, men hevur ikki gjørt sær nakrar tankar um, hvat hann skal brúka heiðurin og peningin til.
Dovinskapur ella arbeiðssemi
Sambært nevndini, sum hevur gjørt tilmæli til landsstýrismannin, er tað sum eyðkennir Jógvan Isaksen hansara nærlagni, gávumildi og merkisverda arbeiðssemi. Vit spyrja rithøvundin, um hann kennir seg aftur í hesum?
– Man hugsar ikki um seg sjálvan, sum onnur gera tað. Eg síggi bara meg sjálvan í speglinum, meðan onnur síggja meg úr fleiri øðrum vinklum við, sigur Jógvan Isaksen.
– Eg havi ikki altíð hildið meg verið so arbeiðssaman, so tí havi eg kanska arbeitt alla tíðina, fyri at dovinskapurin ikki skal koma yvir meg, heldur Jógvan Isaksen, sum í løtuni arbeiðir við fjórðu bókini í røðini um Hannis Martinsson.
Gevast út í Týsklandi
Hesar bøkur hava, sambært nevndini í gjørdi tilmæli, givið Føroyum sess í krimiskorini í heimsins bókmentahaga. Tað hava verið ómetaliga vælumtóktar her, og hava eisini vakt ans úti í heimi.
Fyri jól kom “Krossmessa” út í Íslandi, og nú verður arbeitt við at geva bøkurnar um Hannis Martinsson út í Týsklandi.
– Eg var í Dortmund í november, og í komandi mánaði skal eg til Hamburg í samband við bøkurnar eru ávegis har, sigur Jógvan Isaksen, sum kemur heim til Føroya sunnudagin, soleiðis at hann sjálvur kann taka ímóti virðislønini, sum verður handað mánadagin.










