Tað gjørdist hált seinnapartin í gjár, og nú tað var jólaaftan, vóru tað helst mong, sum fluttu seg úr einum staði í annað at vera saman sum familja.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at onkur var óheppin og gleið í hálkuni, og tað vóru eisini fólk, sum endaðu á skaðastovuni fyri løstir, tey fingu.
Illgruni var um onkran brotnan arm og onkran brotnan handlið.
- Talan var um hendingar, har fólk vóru dottin ymsastaðni kring landið, eitt nú á Glyvrum og í Havn, legði vaktleiðarin aftrat í morgun.